
KÍ-kvinnurnar kunnu anda lættan eftir oddadystin móti NSÍ seinnapartin. Runavíkskvinnur vóru á odda 2-1, men í 90. minutti javnaði Durita Hummeland til 2-2, og køvdi harvið nakað av spenninginum um FM.
Trý stig skilti liðini undan dystinum við Løkin seinnapartin, og hetta var møguleikin hjá NSÍ at festa lív í FM-stríðið. Brá Zakariasardóttir legði NSÍ á odda tá 54. minuttir vóru leiktir, men longu tíggju minuttir seinni javnaði Sólja Ernstdóttir fyri KÍ.
Í 78. minutti var Heidi Sevdal uppá spæl og sendi NSÍ á sigurskós.
Kí royndi at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, og í undanvindinum eydnaðist tað til síðst Sólju Ernsdóttir at sleppa framvið NSÍ-verjuni. Abigail Mensah í NSÍ-málinum bjargaði í fyrstu atløgu, men bólturin datt út til Duritu Hummeland, sum smekkaði bóltin í netið.
Dysturin endaði 2-2 og harvið liggur KÍ væl fyri í svinginum til meiostaraheitið.
Trý umfør eru eftir, og KÍ og NSÍ spæla aftur seinasta umfari 11. oktober.
NSÍ - KÍ 2-2 (0-0)
54' Brá Zakariasardóttir 1-0
64' Sólja Ernstdóttir 1-1
78' Heidi Sevdal 2-1
90' Durita Hummeland 2-2
HB - Víkingur 1-3 (0-1)
30' Sára Vang Justinussen 0-1
48' Fridrikka Clementsen 1-1
77' Hanna Isaksen 1-2
90+3' Arnborg Lervig 1-3
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald