Annað umfar í Betri Deildini hjá Kvinnum er á skránni um vikuskiftið. Fríggjakvøldið leiktu Víkingur og KÍ javnleik í Sarpugerði.
Í Dag eru tveir dystir leiktir. Á Skála vann EBS/Skála 2-1 á 07 Vestur.
Á Sandi tók AB/B71 ímóti NSÍ. Heidi Sevdal legði NSÍ á odda longu í sætta minutti. Tað var tað einasta málið fyri steðgin. AB/B71 megnaði eisini at halda NSÍ frá at skora fyrstu tjúgu minuttirnar av seinna hálvleiki, men so skrædnaði í verjupartinum hjá AB/B71, tá NSÍ skoraði fýra mál uppá seks minuttir. Fyrst økti Unn Hvidbro til 0-2 og 0-3, áðrenn Heidi Sevdal og Leila Pætursdóttir skoraðu til ávikavist 0-4 og 0-5. Í yvirtíðini staðfesti Unn Hvidbro sigurin, tá hon skoraði til 0-6 og harvið fekk sítt hattrick.
Í morgin er grannauppgerð í Havn, tá HB tekur ímóti B36.
Betri Deildin Kvinnur
Fríggjadagin 26. mars
Víkingur – KÍ 0-0
Leygardagin 27. mars
EBS/Skála - 07 Vestur 2-1
AB/B71 – NSÍ 0-6
Sunnudagin 14.00
14.00: HB - B36
Støðan
EBS/Skála 6 stig
KÍ 4 stig
Víkingur 4 stig
HB 3 stig
NSÍ 3 stig
B36 0 stig
07 Vestur 0 stig
AB/B71 0 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald