Fótbóltur

NSÍ yvirhálaði KÍ

Klæmint Andrasson Olsen skoraði hattrikk í 4-3 sigrinum á Tórsvølli - Í Klaksvík skoraðu føroyameistararnir til 1-1 í 93. minutti, og harvið endaði NSÍ nummar tvey, og hetta gevur atgongd til evropeiskan fótbólt.

B36 skoraði tríggjar ferðir móti NSÍ, men tað var ikki nóg mikið fyri liðið hjá Jákup á Borg, ið endaði nummar fýra, og sum nú noyðist at dúga uppá steypakappingina (Mynd: Sverri Egholm)

B36 skoraði tríggjar ferðir móti NSÍ, men tað var ikki nóg mikið fyri liðið hjá Jákup á Borg, ið endaði nummar fýra, og sum nú noyðist at dúga uppá steypakappingina (Mynd: Sverri Egholm)

2020-11-07 23:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At Delphin Tshiembe javnaði til yvirtíðini við Djúpumýru í dag kann hava við sær, at KÍ ikki spælir evropeiskan fótbólt komandi ár. Tað sum nú skal til fyri at tryggja føroyameistarunum í fjør eitt pláss í Evropa er, at júst HB ella NSÍ vinna steypakappingina. So fer tað plássið, sum steypavinnarin eigur í UEFA Europa Conference League, sum føroysk feløg skulu spæla í ístaðin fyri í Europa League, næsta ár, til liðið sum endaði nummar trý í Betrideildini í ár.

Tað varð KÍ, sum endaði á 3. plássi. Klaksvíkingar skuldu vinna á HB fyri at verða tryggir í at enda numamr tvey. Páll Klettskarð sendi eisini heimalið á sigurskós, tá innskifti áleyparin stútaði eitt gott innlegg frá innskifta Boris Dosljak í málið. Tá vóru tjúgu minuttir eftir at leika, og tað høvdu verið fáir málmøguleikar. 

HB hevði einki at spæla fyri, men føroyameistararnir stríddust til endans. Hilmar Leon Jakobsen varð skiftur inn, og hann kastaði eftir 92 minuttir eitt langt innkast inn í KÍ-brotsteigin. Lukasz Jarosinski kom av onkrari orsøk langt út, Tshiembe var nógv hægstur, og hann kundi harfrá stúta bóltin í eitt tómt mál. Stór frøi á teimum mongu HB-viðhaldsfólkunum ið vóru komu norð at hátíðarhalda føroyameistaraheiti, og aftaná seinasta bríksl kundu tey fegnast, tá steypið varð lyft, meðan tey í KÍ-leguni av álvara kundu irða seg.

[object Object]


[object Object]

[object Object]
Myndir: Jens Kr. Vang

NSÍ setti í dag stigamet. Felagið fekk í FM-árinum 2007 61 stig, men við 4-3 sigrinum á B36 á Tórsvølli kom liðið á 63 fyri árið í ár. Av tí at KÍ ikki vann, rakk tað til 2. plássið og harvið pláss í UEFA Europa Conference League. Hetta er sera týdningarmikið fyri felagið, ið seinastu fýra dystirnar hevur fingið 10 sítt: 3-2 móti Víkingi, 2-2 móti HB, 1-0 móti KÍ og so 4-3 móti B36.

[object Object]
Allan K. Jepsen hevur sjey stig eftir sínar fyrstu tríggjar dystir sum NSÍ-venjari. Teir hava verið móti B36 og HB á Tórsvølli og móti KÍ (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
1-0 til NSÍ - B36 rakk ikki evropeiskum plássi (Mynd: Sverri Egholm)

Heimaliðið hevði tveir stórar møguleikar heilt tíðliga, men tað var Pætur Turiðarson Skipanes, sum fyri aðru ferð uppá tíggju dagar legði NSÍ á odda 1-0 á Tórsvølli, tá vinstri vongbakkurin var til reiðar uppá ein returbólt, eftir at Petur Knudsen hevði roynt seg. Síðani tók Klæmint Andrasson Olsen yvir. Rituvíkingurin var ísakaldur uppá brotsspark miðskeiðis í hálvleikinum, og hann skoraði til 3-0 í 34. minutti, tá metmálskjúttin fekk stútað eitt gott innlegg frá Pæturi í málið. B36 fekk minkað um munin fyri stegðin, men tíðliga í 2. hálvleiki fekk Klæmint sítt hattrikk eftir sera gott upplegg frá Peturi. Við málinum gjørdist Klæmint javnsettur toppskjútti í Betrideildini - tað er sættu ferð, hann er á tindinum

Sí eisini: 
Video: - Hálvvánaligt kappingarár men kortini 17 mál
Video: - Skuffandi at okkara botnstøði er so lágt               

Sebastian Pingel kom inn í hálvleikinum. Danin hevði trupulleikar við rygginum, tí hann datt niður av einum stiladsi mánadagin. Hóast áleyparin ikki hevur vant í vikuni, so skoraði hann eitt frálíkt mál til 2-4 miðskeiðis í hálvleikinum. Hetta var seinasti dystur hjá Pingel í føroysku landskappingini á hesum sinni, og tað var ov seint hjá B36, hóast tað seinni varð 3-4. Liðið hjá Jákup á Borg endaði uttanfyri heiðursmerkjaplássini og skal nú vinna steypakappingina fyri at fáa eitt evropeiskt pláss. 

Betrideildin 27. umfar
07.11

B36 - NSÍ 3-4 (1-3)
10'Pætur Turiðarson Skipanes 0-1
21'Klæmint Andrasson Olsen (br.) 0-2
34'Klæmint Andrasson Olsen 0-3
37' Alex Mellemgaard 1-3
55' Klæmint Andrasson Olsen 1-4
68' Sebastian Pingel 2-4
78' Magnus Holm Jacobsen 3-4

KÍ - HB 1-1 (0-0)
72' Páll Andrasson Klettskarð 1-0
93' Delphin Tshiembe 1-1

Endaliga støðan í oddinum í Betrideildini hjá monnum

1. HB (69 stig) Champions League-pláss
2. NSÍ (63 stig) UEFA Europa Conference League
3. KÍ (62 stig) UEFA Europa Conference League um HB ella NSÍ vinna steypakappingina
4. B36 (59 stig) UEFA Europa Conference League um liðið vinnur steypakappingina

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder