
Mikudagin 19. februar varð aðalfundurin hjá Nes Sóknar Ítróttafelag hildin, og har bar til at vísa á góð úrslit.
NSÍ hevði eitt gott kappingarár á vaksnamannasíðuni í 2024: Kvinnurnar vunnu á fyrsta sinni meistaraheitið og greipuna, og í uppflytingarári spældi besta mansliðið seg aftur í Evropa. Í formansfrágreiðing sínari legði Karstin Joensne eisini dent á hetta; umframt týdningin av ungdómsarbeiðinum og framtíðar menningararbeiðinum.
Júst Karstin Joensen er farin undir sítt triðja ár sum formaður í NSÍ. Klaksvíkingurin tók við beint eftir niðurflytingina í 2022. Hann stóð fyri vali hesaferð, varð afturvaldur og heldur fram sum formaður.
Andrias Lamhauge og Herbjørg H. Jøkladal stóðu eisini fyri vali, umframt tiltakslimirnir Oddfríður Gaardbo og Wenzel Olsen. Av hesum var tað bert Andrias Lamhauge, sum ikki tók við afturvali.
- Formaðurin handaði fráfarandi næstformanni eitt heiðurstekin fyri trúfast íkast sum stuðul og starvsnevndarlim. Heiðurstekinið hevði Jón Ingi Tausen serframleitt til høvi, eftir ynski frá starvsnevndini, skrivar NSÍ.
Karstin Joensen, formaður, saman við Andrias Lamhaug, fráfarandi næstformanni (Mynd: Nes Sóknar Ítróttafelag)
Nevndin skipaði seg soleiðis:
Karstin Joensen, formaður
Høgni Lamhauge, næstformaður
Herbjørg H. Jøkladal, kassameistari
Annika Klein, skrivari
Jóhannes Nielsen, nevndarlimur
Oddfríður Gaardbo, tiltakslimur
Wenzel Olsen, tiltakslimur
Ein góð millión betri enn væntað
Asfinnur Sigvardsen legði ársroknskapurin hjá NSÍ fram á fundinum, har Ken Nónklett var fundarstjóri.
Úrslitið av rokniskapurin vísti eitt avlop á eitt heldur serstakt tal: 777.000 krónur.
Sambært NSÍ er hetta nógv betri enn væntað. Væntanirnar við ársbyrjan í fjør vóru eitt hall á knappar 300.000 krónur fyri 2024, men úrslitið var yvir eina millión betri enn hetta.
- Høvuðsorsøkin til hetta betraða úrslitið var, at tiltøkini, sum felagið hevur fyriskipað og luttikið í, hava skapt størri fíggjarligan vinning, enn roknað varð við.
Roknskapurin varð einmælt góðkendur, skrivar NSÍ eisini.
Í vetur hevur NSÍ gjørt ymiskar íløgur í hópin hjá besta mansliðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald