2019-01-22 13:28
Mikukvøldið eru fyrstu dystirnir í bólkaspælinum hjá monnum og kvinnum í kappingini um at koma í stóru Faxe Kondi finalurnar, sum verða 23. februar.
Fyrstu dystirnir eru millum kvinnuliðini hjá H71 og StÍF og Neistan og næstbesta liðið hjá Stjørnuni. Hóskvøldið taka gomlu garparnir hjá Kyndli, sum spæla í 2. deild í landskappingini, ímóti besta liðnum hjá H71.
Eingir landskappingardystir eru aftur fyrr enn í mars, undantikið ein hjá monnum, sum verður hóskvøldið, skrivar Hondbóltssambandið.
Sí yvirlit yvir steypakappingina á heimasíðuni hjá HSF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald