Fótbóltur

Nú er bert steypafinalan eftir

Seinasti týðandi fótbóltsdystur í Føroyum í 2024 verður leygarkvøldið klokkan 19 á Tórsvøli. HB og B36 bresta saman um í stríðnum um steypið, Havnina og milliónirnar.

B36 og HB hava spælt tríggjar tættar dystir í ár. HB hevur vunnið tveir teirra 2-1, og tann seinasti endaði 2-2 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

B36 og HB hava spælt tríggjar tættar dystir í ár. HB hevur vunnið tveir teirra 2-1, og tann seinasti endaði 2-2 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-29 19:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri tíggjundi ferð hittast grannarnir í Gundadali. Hetta er bara triðju ferð seinastu stóru 50 árini. B36 hevur vunnið tvær tær seinastu ferðirnar, men annars hevur HB verið omaná, sum in.fo vísir á.

Tað var ógvuliga dramatiskt í 2018 við fýra málum, tveimum reyðum kortum til B36 og brotssparkskapping. Nú skal B36 royna at endurtaka.

Um teir í hvítum og svørtum skulu spæla evropeiskan fótbólt í 2025, so er neyðugt at vinna steypafinaluna. Harvið er talan um ein lagnudyst fyri kappingarárið, sum í Betrideildini var rættiliga miseydnað. Dreymar um oddastríð endaðu í venjarauppsøgn og einum 5. plássi.

HB hevur tryggjað sær Conference League-pláss við 3. plássinum í Betrideildini. Tó gevur tað at vinna steypakappingina meira, tí steypavinnararnir fara beinleiðis í 2. umfar í Conference League - harvið hevur man tryggjað umleið fýra milliónir brutto áðrenn luttøkuna. 

Heimasíðan bolt.fo vísti fyrr í dag á hesi fíggjarligu viðurskiftini. NSÍ bíðar eftir eisini eftir møguliga ítróttarliga á fíggjarliga og ágóðanum av at enda á 4. plássinum. Tað hjálpir einki, um B36 vinnur finaluna. 

Stórur áhugi tykist vera fyri finaluni - við atgongumerkjasølu, upphitingum og øðrum. 

Meira um finaluna um Løgmanssteypið á Portalinum seinni í vikuni

Finalan um Løgmanssteypið 2024
Tórsvøllur, leygardagin 02.11
19.00: B36 - HB

Sí eisini: Rúni Gaardbo dømir steypafinaluna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder