Fótbóltur

Nú eru vit aftur á heimavølli

Fyri fyrstu ferð í 16 mánaðir spælir eitt A-landsliðið í hondbólti heimadyst í einari undankapping. Rumenia verður ein sera stórur biti hjá okkaru kvinnum at gloypa.

Besti dysturin ið Føroyar spældu í seinastu undankapping var í Høllini á Hálsi seinasta februar móti Makedónia. Nú skulu Kristianna Henneberg Joensen og hinar royna seg ímóti Makedónia (Mynd: Sverri Egholm)

Besti dysturin ið Føroyar spældu í seinastu undankapping var í Høllini á Hálsi seinasta februar móti Makedónia. Nú skulu Kristianna Henneberg Joensen og hinar royna seg ímóti Makedónia (Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-29 12:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eina løtu í 1. hálvleiki gekk heilt væl, men so setti Pólland fótin á speedaran í álopinum og tók fullkomiliga broddin av okkara við kontantum vejurspæli. Tað endaði við 28-16 til polsku vertirnar og risafavorittarnar í fyrsta undankappingardystinum til EM 2020.

Les eisini: Góður føroyskur fyrri hálvleikur í Póllandi

Síðani er nøsin vend heim aftur til Føroyar, har enn ein stór uppgáva bíðar - á pappírinum ein enn størri. Rumenia endaði nummar á 4. plássi til EM í fjør, á 5. plássi í 2016 og í HM-endaspælinum í 2015 gjørdist talan um bronsuheiðursmerki. Hetta vísir, at talan er um eitt krútsterkt lið.

Ein av heimsins allarbestu leikarum seinastu mongu árini er úr Rumenia. Christina Neagu er fýra ferðir kosin at vera heimsins besti leikari - seinast í 2018. Vinstri bakkurin er tó ikki við í Føroyum. Í HM-endaspælinum í desember i fjør fekk nú 31-ára gamla Neagu enn ein álvarsaman knæskaða, ið framvegis heldur henni úti. Tó at Neagu var ein stórur partur av viðgongdini í nevndu endaspølunum, so er rumenska liðið tó fylt við øðrum altjóða klassaleikarum, ið Føroyar skulu royna sítt allarbesta at spæla nøkulunda upp ímóti.

Føroyar vístu í løtum mikukvøldið, at vit kunnu verða við, men unga liðið hjá Ágúst Jóhannsson hevur enn nógv at læra, og menning er helst lyklaorðið í hesari undankappingini. Heimavøllurin kann hjálpa eitt sindur í dag. Føroysku kvinnurnar spældu í februar og mai í fjør á heimavølli, og nú er aftur undankappingardystur í Høllini á Hálsi.

Dysturin byrjar klokkan 17.00. Kringvarpið vísir dystin, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn. Vit hava myndir frá Høllini á Hálsi og taka samanum eftir dystin.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder