Fótbóltur

Nú fær Arsenal styrk til álopspartin

Chelsea fór avstað við Mykhaylo Mudryk, men oddaliðið fær eina bíligari belgiska loysn frá Brighton. 28-ára gamli Leandro Trossard ynskir at skifta, og nú resta bert smálutirnir í.

Trossard hevur her skorað móti Chelsea. Hann hevur sjey mál og trý upplegg í 16 Premier League-dystum í ár (Mynd: EPA)

Trossard hevur her skorað móti Chelsea. Hann hevur sjey mál og trý upplegg í 16 Premier League-dystum í ár (Mynd: EPA)

2023-01-19 20:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fleiri mánaðir hevur Arsenal verið sett í samband við ukrainska Mykhaylo Mudryk. 22-ára gamli álopskendi spælarin hevur veruliga gjørt vart við seg í Shakthar Donetsk; millum annað í Champions League, og tyktist eisini at vilja til Arsenal. Men Chelsea líkt sníkti London-felagið seg ímillum, og í síðstu viku gjørdist hann fjórðdýrasti spælari í Premier League-søguni, tá Chelsea rindaði Shakthar beint undir 90 milliónir pund fyri hann.

Eftir stóð Arsenal við ongum. Gamaní koyrir álopsmaskinan hjá oddaliðnum væl, men eftir at Gabriel Jesus gjørdist skaddur í HM-endaspælinum, hevur tað sæð heldur smalt út. Eddie Nketiah hevur avloyst Jesus væl, og Saka, Ødegaard og Martinelli hava framhaldandi framleitt møguleikar, mál og upplegg, men tað er eyðsæð, at dysturin um meistaraheitið er langur. Arsenal er eisini framvegis við í Europa League og Fa Cup.

Nú hevur oddaliðið sligið til, eftir at Leandro Trossard gjørdist ónøgdur í Brighton. Álopskendi og tekniskt sterki spælarin kom til Brighton úr heimlandinum í 2019, og síðani hevur Trossard, ið fyri tað mesta spælir á vonginum, skorað 25 mál og lagt upp til 14 í 125 Premier League dystum. Í hesum kappingarárinum hevur hann verið í góðum formi: Sjey mál og trý upplegg í 16 Premier League-dystum eru tølini.

Hann hevur í løtuni hálvt ár eftir av sáttmálanum, hann vildi ikki skrivað og venjarin hjá Roberto de Zerbi setti hann av til dystin móti Liverpool síðsta vikuskifti, tí spælarin hevði víst ringan hugburð. Bretskir miðlar skriva, at tá de Zerbi kunnaði Trossard um, at hann ikki fór at vera við í Fa Cup-dystinum 7. januar, fór hann avstað frá venjing uttan at tosað við venjaran.

Tottenham bjóðaði fyrr í vikuni 12 milliónir pund fyri 28-ára gamla belgiska spælaran, men tað tilboðið varð lýst sum forhánisligt í Brighton. Í dag skrivar Sky Sports, at semja er millum Arsenal og Brighton um ein keypsprís áljóðandi 27 milliónir pund. 

Harvið sleppur Arsneal frá at rinda umleið 750 milliónir krónur fyri ein álopskendan spælara. Tað er tó helst ikki heilt sama góðska og framtíð í Trossard sum í Mudryk, men Arsenal fær í øllum førum ein spælara, ið kennir deildina, og sum kann koma inn og gera mun skjótt. Sambært Sky Sports manglar bert ein læknakanning og teir síðstu smálutirnir í sáttmálanum. Um Trossard verður skrásettur áðrenn á døgurða í morgin, kann hann vera í hópinum í oddadystinum móti Manchester United sunnudagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder