Fótbóltur

Nú fær B36 eina nakað størri avbjóðing

HNK Riejka vitjar Tórsvøll í annaðkvøld og hevur áður vunnið stórt har. Kroatiska felagið hevur nógv góð úrslit í Evropa seinastu árini, men B36 vil longur.

Hannes Agnarsson og hinir í B36-leguni fyrireika seg til eina stóra uppgávu - fyrri dysturin móti Riejka er ógvuliga umráðandi (Mynd: Sverri Egholm)

Hannes Agnarsson og hinir í B36-leguni fyrireika seg til eina stóra uppgávu - fyrri dysturin móti Riejka er ógvuliga umráðandi (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-09 20:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 hevur sligið ávíkavist estiska Paide og walisiska Haverfordwest út í ávíkavist fyrsta og øðrum umfari í UEFA Conference League. Í báðum førum hevur verið talan um sigur eftir longda leiktíð á útivølli. 

Nú er B36 samanlagt komið víðari ellivu ferð í Evropa. Einki føroyskt felag hevur megnað tað oftari. Helmingurin av víðari luttøkunum er komin eftir í minsta lagi longda leiktíð.

Sí eisini: Víðari eftir í minsta lagi longda longtíð seks ferðir

Nú er liðið hjá Dan Brimsvík í 3. umfari í Conference League annað árið á rað, og mótstøðuliðið hesa ferð er av væl hægri hill. HNK Riejka er í løtuni oddaliðið í  bestu kroatisku deildini, ið er tjúgu pláss frammanfyri tí føroysku á evropeiska styrkislistanum.

[object Object]
B36'arar fegnast eftir harðvunna sigurin í Cardiff í síðstu viku. Hetta var 2. umfari í Conference League (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

Felagið hevur eisini vitjað í Føroyum áður. Tað var í 3. umfari í Europa League í 2014. Tá hevði Víkingur spælt seg víðari tvær ferðir men fekk so oyruni í maskinuna móti sterku kroatunum. Hallur Hansson javnaði til 1-1 á Tórsvølli, men tað endaði 1-5 og samanlagt 9-1 til Riejka.

Felagið hevði kappingarárið frammanundan verið í bólkaspælinum í kappingini og hevur eisini verið tað síðani - seinast í 2020. Stór feløg sum Sevilla og AC Milan eru feld, og í síðsta umfari vann Riejka 7-1 samanlagt á liði úr Kosovo. Jann Benjaminsen, ið avgjørdi við brotssparki í Cardiff í síðstu viku, var longur greiður yvir, at tað fer at verða tungt, tá Portalurin tosaði við hann síðstz hóskvøld. Hann staðfesti tó, at B36 hevur nakað serstakt og at málið avgjørt er play-off umfarið: 

- Dystirnir í Evropa eru serstakir, tú kennir ikki mótstøðuna eins væl, og tað snýr  seg um at fara út um landoddarnar at umboða felagið, sum er stórt. Rijeka er favorittur, tað skal eingin ivi verða um tað, men vit fara inn fyri at spæla okkum víðari til playoff dystirnar. Við tí samanhaldið, ið vit hava skapt okkum í B36, so er einki ógjørligt, og tað er lykilin til, at vit aftur í gjár megnaðu at spæla okkum víðari

Vegna vallarstødd, áskoðarapláss og annað er neyðugt at spæla á Tórsvølli hesa ferð. Fyrsta bríksl verður klokkan 19. Dysturin sæst á Televarpinum - atgongumerki kunnu fáast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder