Fótbóltur

Víðari eftir í minsta lagi longda longtíð seks ferðir

(Yvirlit) Meira enn helmingin av ferðunum, tá B36 hevur spælt seg víðari í Evropa, hevur neyðugt verið við eyka tíð og størri drama.

B36-spælararnir - í gulum og svørtum - fegnast yvir annað málið í longdu leiktíð í Estlandi herfyri. Felagið hevur nú spælt seg víðari eftir minst longda leiktíð tríggjar ferðir seinastu tvey árini og seks ferðir samanlagt (Mynd: Ingi Arge)

B36-spælararnir - í gulum og svørtum - fegnast yvir annað málið í longdu leiktíð í Estlandi herfyri. Felagið hevur nú spælt seg víðari eftir minst longda leiktíð tríggjar ferðir seinastu tvey árini og seks ferðir samanlagt (Mynd: Ingi Arge)

2023-08-04 17:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 og evropeiskar kappingar rigga á ymsan hátt væl, og B36 er onkursvegna tætt knýtt at nógvum drama í steypakappingum og evropeiskum kappingum.

Hetta er staðfest aftur hetta summarið. Tað hevur ikki verið beinleiðis pent móti Paide Linnameeskond úr Estlandi ella Haverfordwest úr Wales, men liðið hjá Dan Brimsvík hevur víst mentala styrki og dygdir. Arbeiði er í báðum førum gjørt liðugt á útivølli og í longdari leiktíð. 

Undir Dan sum venjara hevur B36 spælt seg víðari í Evropa (Conference League) heili fýra ferðir í fimm royndum. Gamaní hava flestu av lutakastunum verið góð, men uppgávurnar eru avgreiddar - tríggjar ferðir eftir í minsta lagi longda leiktíð.

[object Object]
Aftur fagnaður í gulu og svørtu klæðunum - hesaferð 

Í báðum førum í ár hevur verið neyðugt við longdari leiktíð eftir seinna dystin - á útivølli - har B36 so hevur skorað. Í fjør varð neyðugt við brotssparkskapping í Gundadali, eftir B36 hevði vent øllum á høvdið eftir 2-0 á útivølli og vunnið 3-1 eftir 90 minuttir við hattrikki frá Magnusi Egilsson. 

Les eisini:
B36 enn einaferð víðari eftir longda leiktíð
Jann Benjaminsen: - Sera góð kensla at skora tá man fær álitið

B36 var stinnari enn Borac Banja Luka úr Bosnia úr ellivu metrum í fjør, og tað var felagið eisini í hitanum á Gibraltar í 2018, tá tað eftir tvær ferðir 1-1 og málleysa longda leiktíð fór í brotssparkskapping.

Stutt seinni vann B36 minniiga havnarfinalu eftir brotssparkskapping, og í 2020 vóru teir í hvítum aftur ta stinnara liðið úr ellivu metrum av Tórsvølli. Tá var eisini talan um walisiska mótstøðu - besta liðið í deildini, The New Saints. Tá var bert ein dystur, vegna koronustøðuna, og eftir 1-1 í vanligari leiktíð skoraði útiliðið fyrst, áðrenn Stefan Radosavljevic í 120. minutti smekkaði bóltin í netið, og tryggjaði B36 eina brotssparkskapping.

[object Object]
Her sæst B36-liðið, eftir at tað eydnaðist at spæla seg víðari móti The New Saints í 2020 (Mynd: Sverri Egholm)

Vikuna frammanundan hevði havnarfelagið orðnað tað í longdari leiktíð. Eisini har var B36 komið afturum (3-2), men síðani javnaði Ragnar Samuelsen, áðrenn Hannes Agnarsson avgjørdi. Hetta var móti estiska Levadia Tallinn, og er tað heldur margháttiligt, at B36 trý ár seinni eisini vinnur á fyrst estiskum liði og síðani walisiskum liði eftir minst longda leiktíð á veg til 3. umfar í evropeiskari kapping.

Harvið hevur B36 heili seks ferðir vunnið seg víðari í Evropa í longdari leiktíð og/ella brotssparkskapping. Hetta er meira enn helmingurin av teimum ellivu víðari luttøkunum hjá felagnum, sum hevur gjørt tað oftast samanlagt av føroysku feløgunum, og sum næstu vikurnar spælir móti Riejka úr Kroatia í 3. umfari í Conference League.

B36 víðari eftir longda leiktíð og/ella brotssparkskapping í Evropa

2018 - undanumfar í Europa League:
St Joseph's (Gibraltar), brotssparkskapping (2-2 samanlagt eftir - avgjørt á útivøll) 

2020
1. umfar í Europa League:
Levadia Tallinn (Estland), longd leiktíð (2-2 eftir v.l - spælt á heimavølli)

2. umfar í Europa League: 
The New Saints (Wales), brotssparkskapping (2-2 eftir l.l - spælt á heimavølli)

2022 - 1. umfar í Conference League:
Borac Banja Luca (Bosnia), brotssparkskapping (3-3 samanlagt eftir l.l - avgjørt á heimavølli)

2023
1. umfar í Conference League: 
Paide Linnameeskond (Estland), longd leiktíð (0-0 samanlagt eftir v.l - avgjørt á útivølli)

2. umfar í Conference League:
Haverfordwest AFC (Wales), longd leiktíð (2-2 samanlagt eftir v.l  - avgjørt á útivølli)

Harvið er tað tríggjar ferðir eftir longda leiktíð og tríggjar ferðir eisini eftir brotsspørk - tríggjar ferðir við avger á útivølli og tríggjar ferðir á heimavølli. Hinar fimm ferðirnar B36 hevur spælt seg víðari í Evropa - eftir tvær ferðir 90 minuttir - eru: 

2005, UEFA Cup: ÍBV (Ísland - samanlagt 3-2)
2006, Champions League: Birkirkara (Malta - samanlagt 5-2) 
2018, Europa League: OFK Titograd (Montenegro - samanlagt 2-1)
2020, Europa League: St Joseph's (Gibraltar - 2-1)
2022, Conference League: Tre Fiori (San Marino - 1-0 samanlagt)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder