- Tað var dystarmyndin, ið vit høvdu sæð fyri okkum, har vit totalt stýra spælinum í øllum dystinum. Bæði liðini hava hvør sín stóran møguleika í fyrra hálvleiki. Annars trýsta vit teir heilt niður, tó uttan at gerast vandamiklir. Leingi sá tað út til, at tað fór at verða málleysur javnleikur, men teir fáa eitt mál uppá deyðbolt miðskeiðis í seinna hálvleiki og tískil stendur tað á jøvnum. Vit royna at trýsta og fáa málið, men tað eydnast ikki.
Soleiðis greiðir Jann Julin Benjaminsen Portalinum frá dystargongdini í Cardiff í gjár, og hví neyðugt varð við longdari leiktíð hjá B36 móti Haverfordwest í Conference League. Eftir B36-trýst og málið í 100. minutti snúði tað seg um eitt ting hjá bakkinum og liðfeløgunum:
- Í longdu leiktíðini leggja vit aftur stórt trýst á teir, har teir standa heilt aftur í egnum sekstanmetri. Vit fáa straffi og leggja okkum á odda. Síðsta part av dystinum ræður einans um at koma víðari, og tað eydnaðist fyri 11. fer í søgu felagsins.
Les eisini: B36 enn einaferð víðari eftir longda leiktíð
26-ára gamli Jann Benjaminsen var maðurin, ið fekk ábyrgdina, tá dómarin dømdi brotsspark. Har var eitt trýst á, men Jann var til reiðar at takka fyri álitið og skora sítt fyrsta mál í Evropa og avgerandi málið í uppgerðini
- Eg visti frammanundan, at eg skuldi taka brotsspark, um vit fingu eitt. Eg hevði vant dagin frammanundan, og hugt eftir hvar málmaðurin plagdi at blaka seg. Men kenslan var sera góð at seta bóltin í málið, tá ið álit verður sett á teg frá venjaratoyminum. Hetta eina sparkið hevði jú stóran týdning fyri felagið ítróttarliga og fíggjarliga
Tað stóð á jøvnum 2-2 samanlagt eftir 2x90 minuttir, men annað umfarið á rað avgjørdi B36 eftir longda leiktíð. Hetta merkir í minsta lagi tveir dystir afturat. Kroatiska Riejka verður ein væl størri biti at svølgja. Tað vita Jann Benjaminsen og hinir í B36, men teir hava sanniliga viljan til meira, og málskjúttin í gjár setur orð á serliga ein lykil:
- Dystirnir í Evropa eru serstakir, tú kennir ikki mótstøðuna eins væl, og tað snýr seg um at fara út um landoddarnar at umboða felgið, sum er stórt. Rijeka er favorittur, tað skal eingin ivi verða um tað, men vit fara inn fyri at spæla okkum víðari til playoff dystirnar. Við tí samanhaldið, ið vit hava skapt okkum í B36, so er einki ógjørligt, og tað er lykilin til, at vit aftur í gjár megnaðu at spæla okkum víðari
Fyrri dysturin millum B36 og HNK Riejka verður á Tórsvølli hóskvøldið 9. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald