Oslo, Noreg (Portalurin): Um eina løtu setir flogfarið við føroyska ferðalagnum seg við kós móti Frankfurt. Eftir stuttan steðg í Týsklandi gongur leiðin síðani longur suður, har hópurin kemur uppá pláss í kvøld.
Føroyski hópurin hevur havt eina lætta venjing fyrr í dag. Umráðandi er, at fáa dystin í gjár "úr kroppinum" - teir ið spældu lítið ella einki vandur rímiliga hart. Talan var um ein tungan dyst í Oslo og serliga fyrri hálvleikur, og fyrstu tíggju minuttirnir í seinna hálvleiki.
Føroyar vóru undir tungum trýsti stóran part av hesari tíðini, megnaðu einki at skapa sum so og 2-0 var ikki ov lítið. Spælarar - og serliga høvuðsvenjarin - viðurkendi eisini trupulleikarnar.
Sí samrøður:
Håkan Ericson: - Var als ikki nóg gott í fyrra hálvleiki
Odmar Færø: - Eyka motivatión at spæla móti slíkum stórum spælarum
Andrias Edmundsson: - Hesir dystirnir eru ekstremt mennandi fyri meg
Bárður á Reynatrøð: Kappngin er harðnað eitt sindur nú
Venjingardystur
Ullevaal - í gjár, hósdagin 16. november
Noreg - Føroyar 2-0 (2-0)
3' Jørgen Strand Larsen 1-0
24' Oscar Bobb 2-0
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Hørður Askham, Viljormur Davidsen (L) - Andrass Johansen (46' Jóannes Bjartalið), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen (46' René Shaki Joensen), Sølvi Vatnhamar - Jóan Símun Edmundsson
Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Jákup Biskopstø Andreasen, Petur Knudsen, Mads Boe Mikkelsen og Hanus Sørensen
Les eisini:
Hildu Haaland frá at skora
Haltaðu aftaná í fyrra hálvleiki
Spælaraavrik og "úttrykkið" seinasta hálva tíman gevur tó vón um betri samlað avrik móti Albania - Føroyar hildu nemliga Noreg rættiliga væl frá støðum. Eftir níggju dystir og eitt heldur tungt ár kann tað hava nógv at siga fyri føroyska liðið at enda væl.
Portalurin verður við á ferðini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald