2020-12-04 07:36
Í ár hava søguliga nógvar kvinnur lokið UEFA B-venjaraprógv.
Jacoba Langgaard, Rannvá B. Andreasen, Elisabeth Haraldsen og Bára Joensen hava allar lokið útbúgvingina í heyst, og frammanundan vóru fimm kvinnur á listanum yvir venjarar við UEFA B prógvi.
Men enn er tørvur á fleiri kvinnuligum venjarum, skrivar Fótbóltssambandið á heimasíðuni. Tí tekur FSF nú, saman við UEFA, stig til átakið “Venjaraleiðin”, har kvinnur við B1 prógvi kunnu søkja um luttøku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald