2023-07-09 19:21
Agnar Prestá
Agnar Prestá
- Í komandi viku verður Kaimar Saag aftur í B36-húsinum. Hesaferð í skiftingarrúminum hjá mótstøðuliðnum. Estiski framherjin er við í hópinum hjá Paide Linnameeskond, sum kemur til Føroya at spæla fyrra dystin í fyrsta umfarinum í UEFA Conference League.
Soleiðis skrivaði B36 á sínari Facebook-síðu mikudagin, eina viku undan uppgerðini har felagið fær ein kendan gest.
- Eg gleði meg at vitja aftur í Gundadali. Eg veit av royndum, at tað verður ein trupul uppgáva, men vit miða eftir einum góðum evropeiskum avriki aftur í ár, og fyrsta stig er eitt gott úrslit ímóti B36.
Kaimar Saag kom á vetri í 2018 til B36 úr Nybergsund í Norra. Hetta sum avloysari hjá Patriki Johannesen, ið fór til júst Noreg at royna seg. Tá hevði Kaimar eisini spælt í Svøríki og í donsku Superliguni. Áleyparin spældi fyri Silkeborg, tá hann skoraði øll síni trý landsliðsmál. Eitt av teimum var á heimavølli ímóti Føroyum í 2010, tá Estland vann 2-1 við tveimum málum í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.
Nøkur ár seinni var Saag í B36. Hagtølini siga, at hann skeyt 15 mál í 38 dystum í 2018. Størsta løtan á føroyskari jørð var minniliga steypafinalan móti HB, tá hann spældi allar 120 minuttirnar og var ein av teimum níggju B36-spælarunum, ið var eftir á vøllinum, tá steypið varð tryggjað. Í Evropa komu Kaimar og B36 tvær ferðir víðari:
- Minnini úr Føroyum eru nógv og góð. Dramatiski og minnisríki steypasigurin ímóti HB var serstakur av nógvum orsøkum. Tað er fyrsta og einasta gullmerki, sum eg havi vunnið í útlondum. Í Evropa stóðu vit okkum eisini væl og vunnu samanlagt á bæði St. Joseph’s og Titograd. Gongutúrarnar í stórslignu føroysku náttúruni havi eg somuleiðis goymt væl í minninum, sigur hann við síðuna hjá B36.

Kaimar Saag í nærdysti í dysti móti KÍ. Hann minnist væl aftur á stórar løtur á vøllinum og friðsælar løtur uttanfyri vøllin í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)
Í B36 royndi Kaimar Saag seg eisini sum ungdómsvenjara á fyrsta sinni. Hann vandi millum aðrar Martin Agnarsson, Emil Weihe Joensen og Mattias Weihe Joensen. Martin er nú farin at kappast um plássini í danska Viborg, meðan Emil og Mattias eru í hópinum hjá B36.
- Eg minnist teir sum evnaríkar spælarar, sum løgdu nógv fyri. Teir tóku fótbóltin í størsta álvara, og tað var týðiligt, at teir kundu røkka langt, um teir vildu. Mattias var frálíkur liðskipari, Martin var altíð eitt stórt smíl, og Emil var stinnur. Eg fegnist eisini um, at Martin er sloppin út um landoddarnar, og eg vóni, at tað fer at ganga honum væl, sigur Kaimar.
Eftir kappingarárið í Føroyum fór Saag aftur til Estlands at spæla fyri JK Viljandi Tulevik, har hann eisini var ungdómsvenjari í trý ár. Fyri tveimum árum síðan stóð honum so í boði at verða fulltíðarspælari í Paide Linnameeskond. Tað hevur hilnast væl. Liðfelagararnir og hann vunnu heimligu steypakappingina í fjør, og í Evropa syftu teir bæði Dinamo Tbilisi og Arart-Armenia úr evropeisku Conference League kappingini.
- Nú hugsavni eg meg aftur bara um at spæla fótbólt, sum eisini er tað, ið mær dámar best, sigur 34 ára gamli Kaimar Saag.
Paide Linnameeskond er í løtuni nummar sjey í heimligu kappingini. Tíggju lið eru í bestu deildini í Estlandi. Lagt er upp til spenanndi uppgerð millum núverandi liðið og hjá Kaimari Saag og tað fyrrverandi. B36 tekur ímóti í fyrra dystinum, sum verður spældur á Ovara Vølli í Gundadali mikudagin klokkan 19.
Les eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald