Seinastu áttandapartsfinalurnar í Champions League vórðu spældar fyrr í vikuni, og lutakastið til fjórðingsfinalurnar hevur júst verið í "House of European Football" í Nyon.
Sí eisini:
Atletico og Borussia komu víðari
Arsenal og Barcelona millum tey seinastu árini
Tá so nógv stór feløg eru eftir, so kunnu tað bert gerast nakrar stórar uppgerðir, og soleiðis verður tað eisini í apríl. Lutakastið háttaði seg á hendan hátt:
Arsenal - Bayern München
Atletico Madrid - Borussia Dortmund
Real Madrid - Manchester City
PSG - FC Barcelona
(Liðið, sum stendur frammanfyri fyrst, hevur heimavøll fyrst)
Skíggamynd: UEFA
Fyrru dystirnir verða spældir 9/10 apríl, og seinnu dystirnir eru á skránni 16/17 apríl.
Talan er um ógvuliga spennandi dystir á pappírinum. Sjálvt tann "minsta" av uppgerðunum, Atletico - Dortmund, verður helst ógvuliga áhugaverd at hyggja eftir.
Arsenal er fyri fyrstu ferð síðani 2010 í fjórðingsfinaluni og skal stríðast við Bayern, sum fleiri ferðir hevur sligið Arsenal út - og harafturat eyðmýkt endska felagið. Harvið vendir Harry Kane eisini aftur til Norðurlondon.
Real Madrid og Manchester City hava vunnið kappingina seinastu tvey árini, og hava eisini sligið hvørt annað út í ávíkavist 2022 og 2023. Nú verður aftur stórur spenningur, tá tey hittast.
PSG og Barcelona hava ikki júst sama "stjørnustøvið" sum seinnu árini, men Kylian Mbappé, Robert Lewandowski og nógvir aðrir spennandi spælarar skulu stríðast um hálvfinalupláss. Tað var í 2017, at hesi feløgini spældu heilt minniligar áttandapartsfinalur.
Tað gjørdist eisini greitt, hvørji hálvfinalurnar kunnu síggja út:
Mynd: UEFA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald