placeholder
Fótbóltur

Nú skal KÍ av álvara fara eftir sigrinum

Um málið um at koma víðari úr bólkaspælinum skal røkkast, so skal KÍ helst hava trý stig hóskvøldið, tá Olimpija Ljubljana vitjar.

KÍ stendur seg væl í evropeiskum dystum á heimavølli, men at halda ósigraðu gongdini við at spæla javnt er ikki nóg mikið í einum bólkaspæli, um málið skal røkkast. Seinast endaði tað 0-0 móti franska Lille (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ stendur seg væl í evropeiskum dystum á heimavølli, men at halda ósigraðu gongdini við at spæla javnt er ikki nóg mikið í einum bólkaspæli, um málið skal røkkast. Seinast endaði tað 0-0 móti franska Lille (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-24 18:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Higartil í ár hevur tað gingið væl hjá KÍ í evropeiskum heimadystum. Liðið er ósigrað - við trimum málleysum javnleikum, einum 1-1 dysti umframt minniliga sigrinum á Molde á Tórsvølli.

Hetta, lagt afturat teimum trimum evropeisku heimadystinum í fjør, ger, at KÍ ikki hevur tapt seinastu átta evropeisku heimadystirnar. Harav er helmingurin spældur í Klaksvík og helmingurin á Tórsvølli.

Tað at eitt føroyskt felag kann byggja ein slíkan skansa upp er í sær sjálvum ógvuliga flott. Fyri KÍ er tað ikki nóg mikið. Liðið hjá Magna Hoseth er nú komið so langt men ætlar sær nú víðari.

Her ber til at síggja hvat Magne Hoseth stutt hevði at siga um málið áðrenn bólkaspælið: - Hava ein møguleika at spæla okkum víðari

[object Object]
Magne Hoseth hevur leitt KÍ til nógv stór úrslit í ár (Mynd: Bjarni Enghamar/Bjarna Myndir)

Tli tess at náa hesum er tað helst neyðugt, at KÍ vinnur heimadystin móti liðnum, sum er styrkismett beint omanfyri seg sjálvan - eisini tí at KÍ tapti í Bratislava í 1. umfari. Olimpija Ljubljana hevur sjálvandi ávísar styrkir; annars var slovenska meistaraliðið ikki her. Tó er ymiskt, ið bendir á, at KÍ hevur ein góðan møguleika fyri trimum stigum hósdagin.

Sí eisini: Lagt er upp til javnan dyst á Tórsvøll -hóskvøldið

Hetta vísa veddingarfyritøkurnar og UEFA styrkislistin eisini á. KÍ hevur heimavøllin, sum skilst ætla áskoðarnir at gera nógv burturúr, og um tað eydnast føroyameistarunum at vinna, so verður av álvara eldur settur í stríðið um 2. plássið og víðari luttøku.

KÍ og Olimpija Ljubljana spæla hósdagin klokkan 17.45. Atgongumerki kunnu keypast her.

Bólkur A í UEFA Europa Conference League
Slovan Bratislava 6 stig
LOSC Lille 4 stig
KÍ 1 stig
Olimpija Ljubljana 0 stig

Hóskvøldið 26.10, 3. umfar
17.45: KÍ - Olimpija Ljubljana

Atgongumerki fáast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder