Annað

Nú skal meistarin í pool aftur finnast

Annað árið á rað skipar ítróttabarrin Landskrona í Havn fyri føroyameistarakapping pool. Týskvøldið verður kappingin sett í gongd.

2022-02-10 08:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Meistaradeildin í pool er einstaklingakapping, ið verður skipað eftir, hvussu nógvir luttakarar eru.

Dystir verða skipaðir vikuliga yvir longri tíð, og hvør luttakari kemur at kappast eftir avtalu.

Í fjør var hægsta mark 25 persónar, og 25 luttakarar endaðu við at kappast um meistaraheitið.

Komandi týskvøld 15. februar kl 19 verður bjóðað til startskotið av Meistaradeildini í Landskrona. Luttakararnir møtast, reglurnar verða kunngjørdar, trekt verður lut um bólkar, og væntandi fara fyrstu dystirnir í meistaradeildini at verða leiktir.

Nærri kunning her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder