
Tríggir føroyingar skulu hetta kappingarárið spæla í bestu donsku mansdeildini, ið er vorðin alsamt sterkari.
Tveir teirra eru føroyskir landsliðsspælarar - Pauli Jacobsen (HØJ) og Óli Mittún (GOG) - og Jóhan á Plógv Hansen, sum er ferfaldur heimsmeistari við danska landsliðnum. Eingin teirra var í deildini í fjør.
Jóhan hevur í summar skift Flensburg-Handewitt og Bundesliguna út við Skanderborg-Århus. Tá høgri vongurin fór úr barndómsfelagnum Kyndil sum 16-ára gamal, var tað júst til Skanderborg.
31-ára gamli havnarmaðurin er aftur, og hann og liðfelagirnir byrja við størstu gjørligu uppgávuni: Á útivølli móti meistarunum, Aalborg.
Jóhan á Plógv Hansen skal nú aftur spæla fast í Danmark (Mynd: EPA)
Dysturin í Aalborg byrjar klokkan 18. Klokkan 18.30 spælir HØJ Elite søguligan dyst, tá Mors-Thy vitjar í Aalborg.
Sælendska felagið hevur satsað stórt, millum annað við at fáa spælarar sum Hans Lindberg, Hampus Wanne og Linus Arnessen. Sum uppflytari stendur HØJ ikki sum ein av favorittunum at fara niður - heldur sum eitt gott boð til endaspælspláss.
Fyrsta royndin hjá Paula Jacobsen og teimum verður í kvøld. Føroyski landsliðsliðskiparin hevur spælt við felagnum seinastu tvey árini, og átti sín góða lut í uppflytinginini. So er spurningurin, hvussu nógv 23-ára gamli málverjin úr Hoyvík fer at spæla í Herreligaen.
Til ber ikki at síggja dystirnar á nakrar rás, men livescore er á tophaandbold.dk
Óli Mittún og GOG skulu í eldin sunnudagin í Skjern.
Sí eisini: Óli Mittún javnsettur toppskjútti í fyrsta kapingardystinum í Danmark
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald