Hondbóltur

Nú skal tað verða hjá B36

Liðið hevur ikki vunnið í seinastu 13 landskappingardystunum móti grannunum. Trýstið er tó á ein hátt størri á HB, sum hevur mist 3. plássið.

HB hevur vunnið allar dystirnar móti B36 í ár, har teir í hvítum einki mál hava fingið (Mynd: Sverri Egholm)

HB hevur vunnið allar dystirnar móti B36 í ár, har teir í hvítum einki mál hava fingið (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-25 13:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dystur í 23. umfari í Betrideildini er á skránni í kvøld. Talan er um grannauppgerð í Gundadali, har nógv er uppá spæl. 

B36 skal royna at so gott sum tryggja sær 2. plássið og eisini evropeiska luttøku og samstundis halda sambandið til KÍ nakað. Til tess krevst, at B36 ger nakað, sum man ikki hevur gjørt síðani í apríl 2019: Vinna landskappingardyst móti HB.

HB hevur tapt fyri Víkingi og KÍ seinastu dystirnar, og heilt góða gongdin hjá Víkingi ger, at HB nú er yvirhálað í topp-trý. FM-vónin er sløknað, og nú snýr tað seg um at enda í topp-trý og harvið fáa tryggjað evropeiskt pláss. Tað kann liðið hjá Jákup Martini Joensen eisini gera gjøgnum steypakappingini, men tað hevði heilt víst havt nakað at siga, um man megnaði at enda frammafryi B36 og Víking.

Liðið hjá Dan Brimsvík hevur avgreitt sínar uppgávur væl síðstu vikurnar, og nú skal keðiliga gongdin móti HB brótast. Teir í reyðum og svørtum hava vunnið allar tríggjar dystirnar millum liðini í ár - ein var í steypakappingini - og B36 hevur ikki skorað móti HB í 2023.

Lagt er upp til spennandi dyst. Bjarki Danielsen bríkslar í gongd klokkan 18.

23. umfar í Betrideildini
Í dag, mánadagin 25.09
18.00: B36 - HB 

Í gjár, sunnudagin 24.09
Víkingur - 07 Vestur 3-1 (1-0)
20' Sølvi Vatnhamar (Ari Olsen) 1-0
55' Jasper Van Der Heyden (Janus Svabo Samuelsen) 1-1
73' Martin Klein Joensen (Ari Olsen) 2-1
90+1' Sølvi Vatnhamar 3-1

B68 - EB/Streymur 2-2 (1-2)
10' Aleksandur Jensen (Aron Reinert Hansen) 1-0
27' Gutti Dahl-Olsen (Virgar Jónsson) 1-1
36' Bergur Poulsen (Gutti Dahl-Olsen) 1-2
78' Alex Mellemgaard, brotsspark 2-2

TB - KÍ 1-5 (1-1)
3' Rógvi Joensen 1-0
15' Vegard Forren 2-0
51' Mads Boe Mikkelsen (Patrick Da Silva) 1-2
67' Odmar Færø (Árni Frederiksberg) 1-3
80' Árni Frederiksberg, brotsspark) 1-4
84' Jákup Biskopstø Andreasen (Mads Boe Mikkelsen) 1-5

Sí eisini:
KÍ nærri FM - botnstríðið uppaftur tættari

ÍF - AB 3-1 (2-0)
32' Hans Jákup Lervig (Dánjal á Lakjuni) 1-0
38' Gundur Ellingsgaard Petersen (Karl Løkin) 2-0
57' Brian Jakobsen, brotsspark 2-1
89' Gundur Ellingsgaard Petersen (Hans Jákup Lervig) 3-1

Reytt kort: Ragnar Skála (73') - seinna gula kortið fyri film

Sí eisini:
ÍF vann botngysaran
Sí myndir frá dystinum

Støðan

1. KÍ 59 stig (22 dystir)
2. B36 52 stig (22 dystir)
3. Víkingur 48 stig (23 dystir)
4. HB 47 stig (22 dystir)
5. 07 Vestur 34 stig (23 dystir)
6. EB/Streymur 21 stig (22 dystir)
7. B68 20 stig (23 dystir)
8. TB 16 stig (23 dystir)
9. ÍF 15 stig (23 dystir)
10. AB 13 stig (23 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder