Leygarkvøldið 10. juni verður Champions League finalan spæld í Istanbul. Tað er í hesari vikuni, at luttakandi liðini í finaluni endaliga verða funnin.
Inter Milan tók í síðstu viku stórt fet móti sínari fyrstu Champions League finalu síðani 2010, tá liðið hjá Simone Inzaghi vann 2-0 á grannunum í fyrru hálvfinaluni. Góðu málini komu tíðliga í dystinum, og nú skal AC Milan royna at svara aftur.
Dysturin verður spældur á sama leikvøll, sum tann fyrra hálvfinalan. Hesferð eitur hann Giuseppe Meazza - tað heitið sum Inter nýtir í mun til San Siro hjá AC Milan - og fleiri Inter-áskoðarar verða til staðar.
Í morgin er stórdystur í Manchester. Real Madrid vann aftur kappingina í fjør og skal sláa størsta avbjóðaran um heitið út fyri at røkka finaluni aftur. City fekk javnað í spanska høvuðsstaðnum í síðstu viku, og hóast útivallarmál ikki telja, so kann hetta fáa stóran týdning.
Talan var um áhugaverda fyrru hálvfinalu á Santiago Bernabeu. Kevin de Bruyne, ið sæst í myndini, javnaði fyri City (Mynd: EPA)
Champions League hálvfinalurnar
Seinnu hálvfinalurnar
Í kvøld, týskvøldið 16/5
Inter Milan - AC Milan (2-0)
Í morgin, mikukvøldið 17/5
Manchester City - Real Madrid (1-1)
Fyrru hálvfinalurnar
Mikudagin 10.05
AC Milan - Inter Milan 0-2 (0-2)
8' Edin Dzeko 0-1
11' Henrikh Mkhitaryan 0-2
Les eisini: Inter hevur kós móti Champions League-finaluni
Týsdagin 09.05
Real Madrid - Manchester City 1-1 (1-0)
36' Vinicius Junior (Eduardo Camavinga) 1-0
67' Kevin De Bruyne (Ilkay Gündoğan) 1-1
Les eisini: Púra javnt undan seinnu hálvfinaluni
Les eisini: Púra javnt undan seinnu hálvfinaluni
Fótbóltur
Nú skulu finaluliðini finnast
Inter Milan skal gera arbeiði liðugt móti grannunum í kvøld. Tað er púra opið undan uppgerðini í Manchester í morgin.
Inter var omaná í fyrr hálvfinaluni móti AC Milan og vann 2-0 (Mynd: EPA)
2023-05-16 13:48
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald