
Fyri tveimum vikum síðani gjørdi Geza David Turi sítt til, at Grimsby Town spældi seg víðari í EFL Cup. Hetta millum annað við góðum uppleggi til fyrsta málið í 3-1 sigrinum á Shrewsbury.
Les eisini: Geza Turi tók av í enskari steypakapping
Nú fáa Geza og Grimsby størst gjørligu avbjóðingina í 2. umfari í minnu ensku steypakappingina.
Manchester United kom úr pottinum og vitjar í kvøld Blundell Park. Har er útselt til uppgerðina.
Gongdin hjá liðnum hjá Ruben Amorim er tung, men tað eru tríggjar deildir ímillum liðini.
Spennandi verður, hvønn leiklut Geza Turi fær í stórdystinum hjá Grimsby. 24-ára gamli gøtumaðurin við ungarsku røtrunum spældi fullan dyst í landskappingini leygardagin
Dysturin byrjar klokkan 20. Hann sæst á TV3 MAX, sum er í størsta pakkanum hjá Televarpinum, umframt á Viaplay.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald