
Eftir fýra heilar dystir á bonkinum, kundi Geza Turi endiliga trína inn á vøll undir League Two dysti leygardagin.
Grimsby Town var á vitjan hjá Accrington. Hóast gestirnir kunnu iðra seg um, at teir mist leiðsluna móti einum av botnliðnum í League Two, so kann Geza fegnast um teir 90 minuttirnar. Hann var ein av sentralu miðvallarunum í dystinum í fjórðbestu ensku deildini.
Jaze Kabia legði Grimsby á odda eftir 25 minuttir, men írin brendi tíverri brotsspark stutt eftir steðgin. Ístaðin javnaði Accrington í 65. minutti, og tað endaði 1-1.
Grimsby er framvegis ósigrað og hevr 11 stig eftir fimm umfør. Liðið hjá føroyska miðvallaranum er á 4. plássi - eitt stig frá fyrsta plássinum.
Næsta uppgávan er Manchester United
Manchester United er byrjað illa í Premier League, men tað verður tó ein stór og spennandi uppgáva hjá Grimsby mikukvøldið. Tá kemur enska risafelagið á vitjan á Blundell Park - tað er útselt til dystin.
Geza var við uppleggi og góðum avriki við at spæla Grimsby víðari í EFL Cup, minnu ensku steypakappingini.
Sí eisini: Geza Turi tók av í enskari steypakapping
So er spurningurin, um 24-ára gamli gøtumaðurin fær møguleikan móti Manchester mikukvøldið.
Spurningurin er eisini, um Geza David Turi verður á listanum hjá Eyðuni Klakstein fyrrapartin í morgin, tá landsliðið til HM-undankappingardystirnar fyrst í september verður úttikið. Geza var við í mars - uttan at spæla - men í juni var hann sum so ikki tøkur vegna venjingarætlan og annað hjá Grimsby. Hóast tað er heldur trongligt á miðvøllinum má Geza Turi í minsta lagi hava verið uppá tal hesaferð.
Sí eisini: Landsliðsvenjararnir hava nógv at velja ímillum
Geza til landsliðsvenjing í mars. So er spurningurin, um tað røkkur hesaferð (Mynd: Sverri Egholm)
Nevnda úttøkan verður klokkan 10 og kann hoyrast á FM1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald