
FSF: Um smáar tvær vikur skulu U21 landsliðið og manslandsliðið í eldin aftur.
Hósdagin 4. september og týsdagin 9. september hevur U21 tvær EM uppgávur á skránni. Tann fyrra verður á Thrótturleikvøllinum í Reykjavík móti Íslandi, meðan hin seinna verður á Frontiere Stadion í Esch-sur-Alzette í Luksemborg.
Meðan U21 skal spæla EM undankappingardystir, skal manslandsliðið spæla tveir HM undankappingardystir. Fríggjadagin 5. september kemur Kroatia á vitjan á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, mánadagin 8. september møtast Gibraltar og Føroyar á Europa Point stadion í Gibraltar.
Í hesum sambandi verður skipað fyri tíðindafundi í Trinstovuni á Tórsvølli mánadagin 25. august klokkan 10:00. Á tíðindafundinum fara Ólavur Mikkelsen og Eyðun Klakstein at kunngera hóparnar til komandi EM og HM uppgávur.
Atgongumerki til landsdystin millum Føroyar og Kroatia, sum verður á Tórsvølli fríggjadagin 5. september klokkan 19:45, fáast til keyps í nethandilinum á fsf.fo.
Sí eisini: Landsliðsvenjararnir hava nógv at velja ímillum til mánadagin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald