
Mánadagin fyrrapartin verður aftur tíðindafundur í FSF-húsinum. Tá skulu Eyðun Klakstein, A-landsliðsvenjari, og Ólavur Mikkelsen, U21-landsliðsvenjari, seta navn á, hvørjir spælarar skulu við til dystir í juni. Tey elstu liðini á manssíðuni hava tveir undandystir hvør.
Her fara vit stutt at hyggja eftir møguleikunum í hópinum hjá A-landsliðnum - við útgangsstøði í seinasta hópinum.
Hópurin til dystirnar mótti Georgia og Gibraltar í juni:
Málverjar:
Bárður á Reynatrøð, Víkingur
Mattias Heðinsson Lamhauge, FC Fredericia (Danmark)
Ari í Haraldstovu Petersen, 07 Vestur
Verjspælarar:
Andrias Edmundsson, Wisla Plock (Pólland)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (Ísland)
Odmar Færø, KÍ Klaksvík
Viljormur Davidsen, HB Tórshavn
Daniel Johansen, KÍ Klaksvík
Martin Agnarsson, Aarhus Fremad (Danmark) (UPPRUNALIGA René Shaki Joensen)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ Klaksvík
Jann Julin Benjaminsen, NSÍ Runavík
Gullbrandur Øregaard, Sandnes Ulf (Noreg) (UPPRUNALIGA Samuel Johansen Chukwudi)
Miðvallarar:
Brandur Hendriksson Olsen, NSÍ Runavík
Hanus Sørensen, NK Celje (Slovenia)
Noah Hans Mneney, HB Tórshavn
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ Klaksvík
Hallur Hansson, KÍ Klaksvík
Árni Frederiksberg, KÍ Klaksvík
Adrian Justinussen, Hillerød Fodbold (Danmark)
Poul Kallsberg, Hillerød Fodbold (Danmark)
Áleyparar:
Petur Knudsen, NSÍ Runavík (Til fyrra dystin - varð skaddur í Georgia og Jóan Símun Edmundsson avloysti hann til dystin móti Gibraltar)
Páll Andrasson Klettskarð, KÍ Klaksvík
Patrik Johannesen, KÍ Klaksvík
Í mun til hesar dystirnar eru teir upprunaliga úttiknu René Shaki Joensen og Samuel Johansen Chukwudi tøkir aftur. Tað eru Jóannes Bjartalíð og Meinhard Egilsson Olsen eisini - Geza David Turi var sum so ikki tøkur í juni, men tað er miðvallarin nú. Í juni var Arnbjørn Svensson júst komin aftr frá skaða, tá dystirnir vóru.
HM-undankappingardystir í mars:
Fríggjadagin 5. september á Tórsvølli: Føroyar - Kroatia
Mánadagin 8. september í Gibraltar: Gibraltar - Føroyar
Tað er helst eingin ivi um, at Meinhard Egilsson Olsen, Jóannes Bjartalíð og René Shaki Joensen koma inn í hópin aftur.
Hetta merkir, at í minsta lagi tríggjar broytingar kunnu væntast. Tá René Shaki Joensen gav avboð seinast , so kom ein vinstri vongbakkur inn, Martin Agnarsson. Tað kundi bent á, at Martin og Daniel Johansen stríðast um eitt pláss hesaferð. Fyrrnenvndi spælir nú fast í næstbestu dansku deildini, meðan Daniel hevur sitið aftanfyri júst René Shaki til evropeisku dystirnar hjá KÍ. Tað eru ymiskar typur - møguliga hildið verður fast í báðum.
Í verjuketuni er tað mest sannlíkt Gullbrandur Øregaard og Samuel Ckukwudi , sum stríðast um eitt miðverjupláss - "ta seinasta". Arnbjørn Svensson, ið var skaðadarvaður fyri summarsteðgin, kundi væl verið uppá tal aftur. Gunnar Vatnhamar hevur ikki spælt í nærum seks vikur, men miðverjin er á veg aftur. So er spuningurin, um sterki leirvíkingurin verður mettur at vera nóg birgur.
Meinhard Egilsson er í gongd aftur í Kolding, meðan Gunnar Vatnhamar hevur sitið uttanfyri hjá Víkingi Reykjavík við knæskaða seinastu vikurnar (Mynd: Andrei Antal)
Á miðvallarplássunum/áleyparaplássunum kunnu í minsta lagi tvær broytingar væntast, nú Jóannes Bjartalíð og Meinhard Olsen aftur eru møguleikar hjá Eyðuni Klakstein og Atla Gregersen.
Petur Knudsen er framvegis ikki tøkur eftir skaðan, sum hann fekk í Georgia, og tað verður áhugavert at síggja, um Jóan Símun Edmundsson hesaferð verður úttikin. Tað hevur hann ikki verið tær tríggjar ferðirnar undir verandi venjaratoymi, men royndi toftamaðurin, ið setur metið fyri A-landsdystir hjá monnum næstu ferð hann spælir, kom við sum avloysari til dystin móti Gibraltar í juni. Har vísti Jóan Símun sínar dygdir og var við í avgerandi málinum.
Geza David Turi er eisini ein møguleiki. Miðvallarin hevur ikki spælt í landskappingini fyri Grimsby eftir summarsteðgin, men hevur vant á høgum stigi, flutt seg á kropsliga økinum, spælt venjingardystir og spælt ein góðan dyst í EFL Cup. So er spurningurin, um hettta er nóg mikið til at koppa onkrum øðrum - og hvussu gjarna venjaratoymi vil hava Geza í gongd á landsliðnum.
Tað skal nevnast, at tað er eisini møguleiki, at 24 spælarar eru við. Soleiðis var inn ímillum undir fyrrverandi venjaratoymi.
Úttøkan verður mánadagin 25. august klokkan 10 í FSF-húsinum. FM1 sendir av staðnum, og Portalurin hevur okkurt tilfar.
Sí eisini: Váttað: Gibraltar sleppur at spæla á heimavølli móti Føroyum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald