Fótbóltur

Váttað: Gibraltar sleppur at spæla á heimavølli móti Føroyum

Undandystirnar móti Kekkia og Kroatia vórðu spældir í Portugal, eins og dystirnir í seinastu EM-undankapping. Nú er Europa Point leikvøllurin, sum Víkingur spældi á í juli, góðkendur til dystin í september.

Brandur Hendriksson Olsen og hinir føroyingarnar skulu royna seg á Europa Point leikvøllinum 8. september (Mynd: Sverri Egholm)

Brandur Hendriksson Olsen og hinir føroyingarnar skulu royna seg á Europa Point leikvøllinum 8. september (Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-20 17:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga í september hevur føroyska manslandsliðið aftur uppgávur í HM-undankappingini: Fríggjakvøldið 5. september vitjar Kroatia á Tórsvølli, og síðani gongur leiðin til Gibraltar.

Tað var ikki fyrrenn í gjár, at fótbóltssambandið í Gíbraltar endaliga kundi staðfesta, at dysturin móti Føroyum mánakvøldið 8. september verður spældur í Gibraltar - og ikki í Portugal.

Av tí at Victoria Stadion er í so ringum standi, hevur Gibraltar bert spælt í egnum landi til Nations League-dystir. Alla undankappingina í 2023 (til EM) og fyrr í ár vóru "heimadystirnir" spældir í Portugal (Faro, Algarve o.s.fr).

Har var Gibraltar fyrr í ár úrlatið móti Kekkia og serliga Kroatia. Teir fáa tó Føroyar á Europa Point, sum onkursvegna er góðkent til hendan dystin. Talan verður um altjóða skrásetti dystur nummar 100 hjá manslandsliðnum hjá Gibraltar.

[object Object]
Mynd: Gibraltar FA

Víkingur spældi Champions League-dyst á ivasama graslíkisvøllinum í juli, og A-landsliðið við kvinnum spældi eisini har fyrr í ár. Sum skilst eru umstøðurnar lítið at reypa av.

Lincoln Red Imps, sum nú skal spæla play-off í Europa League, noyðist at spæla sín heimadyst í Portugal. Hetta tí at eingin leikvøllur í Gibraltar, sum nú, er nóg góður eftir UEFA-krøvum.

Tá Føroyar og Gibraltar hittust á Tórsvølli í juni, vendu Føroyar 0-1 til 2-1 seint í dystinum. Føroyski hópurin til næstu uppgávurnar verður úttikin mánadagin 25. august.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder