Annað

Nýggj orka á føroyska liðnum

Orð at enda frá veteraninum á talvlandsliðnum, John Rødgaard.

Her sæst manningin á føroyska talvlandsliðnum, sum fekk besta OL-úrslit hjá Føroyum á nakrari olympiadu. Vit endaðu nummar 52 av 188 londum. F.v. Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard, Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft

Her sæst manningin á føroyska talvlandsliðnum, sum fekk besta OL-úrslit hjá Føroyum á nakrari olympiadu. Vit endaðu nummar 52 av 188 londum. F.v. Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard, Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft

2024-09-22 22:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Veteranurin á føroyska talvlandsliðnum, John Rødgaard, hevur í kvøld sent eina frásøgn úr Budapest frá dagsins dysti móti Kekkia, umframt eina heildarniðurløgu um føroyska avrikið á hesari talvolympiaduni, sum nú er av.

Hetta var 26 talvolympiadan hjá Føroyum, og hin nítjanda hjá John Rødgaard, sum helst hevur telvað næstflestar talvolympiadur av øllum.

Føroyar - Kekkia

John Rødgaard sigur soleiðis um dystin móti millum Føroyar og Kekkia í seinasta umfari í dag:

Helgi telvaði ein skjótan stórmeistararemis móti Navara. Ein remis, sum stórmeistarar so javnan hava sínamillum. Tað man vera vitnisburður um hvussu høgt í metum okkara stórmeistari nú er millum bestu telvarar, at Navara - nummar 43 í heiminum - uttan at himprast so tíðliga sættast við remis í so týðandi dysti.

Høgni læt mótstøðumanni sínum fáa ræðið á miðborðinum. Við at flyta finnu á f3 fyrireikaði hann kongsálop. Men mótstøðumaðurin fekk borið so í bandi, at frúgvarnar vóru uppbýttar, og tað setti Høgna í ringa tvístøðu. Skuldi hann taka finnuna, sum kanska var eitrað? Tað vísti seg, at hann kundi saktans tikið hana, men møguligu avleiðingarnar av finnutøkuni vóru ikki lættar at rokna. Í staðin royndi hann at skapa mótstpæl við einum finnuoffri. Tað miseydnaðist tíverri, og eftir tað var støðan vónleys.

Rógvi kom væl frá byrjan. Men hann hugsaði so leingi um hvønn leik, at longu eftir tjúgu leikir var tíðin um at ganga undan hjá honum. Nú var skotbráið ov stutt til næstu tjúgu leikirnar. Óneyvleikar sóust, og tað kom honum aftur um brekku. Teir endaði í einum rókaendatalvi, sum kekkiski stórmeistarin hevði munin í. Hann hevði finnu meira og virknari kong. Her var aftur tap í hendi.

So koma vit til dagsins ljósglæmu. Og tað var aftur Luitjen. Tað sá so leikandi lætt út. Sum Helgi tók til, so líktist tað einum talvi, har maðurin við svarta fólkinum (Luitjen) hevur eini 200 ratingstig fleiri enn mótparturin. Trettandi leikur (13 h5) var eitt mistak, eftir tað hevði Luitjen greiðan fyrimun. Eftir 15. a3, er fyrimunurin vorðin stórur. Hvítur trilvaði í blindum eina løtu, og so var Luitjen náðileysur. Tungu vápnini vórðu sett á a-linjuna, og tá var bara ein spurningur um hvussu hann fór at skera kakustykkini. Luitjen gjørdi tað lætt og elegant - og skjótt - fyrst offraði hann rók fyri lættan mann, og seinni kom rókaoffrið. Sera vakurt.

Samanumtøka
John Rødgaard tekur soleiðis samanum, nú liðugt er:

So er OL 2024 í Budapest liðugt. Tað var eitt merkisvert talv-OL bæði so og so.

Hetta er fyrsta ferðin, síðan farið var at telva við dystarstigum í ellivu umførum, at vit hava vunnið trettan stig .

Høgni vann sín triðja IM-norm og er nú altjóða meistari (IM-ari).

Luitjen skoraði sín fyrsta IM-norm. OL-normar telja tó ikki dupult longur.

Fyri fyrstu ferð tapti vit ongan dyst 4-0.

Liðið forvann á leið 100 ELO-ratingstig í alt.

Sigurin á Avstralia, hvørs miðalstyrkital er 2526, er kanska besta einstaka dystarúrslit yvirhøvur.

Vit endaðu framman fyri Danmark, Ísland og Finnland.

Lat okkum taka avrikini hjá telvarunum einsæris.

Vit fingu í alt 23 stig í 44 talvum.

Stórmeistari okkara, Helgi, hevur ikki verið so virkin í seinastuni, men hann telvaði í veruleikanum sera væl. Hann fekk á tí krevjandi uriasposti, sum 1 borð er, fýra stig í níggju dystum, og hevði hann ikki gloymt klokkuna í fyrsta umfari, hevði úrtøkan verið í samsvari við høga styrkitalið, og tað er í sjálvum sær imponerandi alt saman um tikið.

Imponerandi var eisini Høgni. Hann fekk seks stig í ellivu dystum eftir tólv døgum móti eitt nú seks stórmeistarum og trimum IM-arum, og hartil hevði hann bara tríggjar ferðir hvíta fólkið. Høgni er altjóða meistari, og telvar nú eisini sum ein rættur IM-ari.

Rógvi fekk fýra stig í tíggju dystum. Millum mótstøðumenninar eru eitt nú fimm stórmeistarar. Úrtøkan er omanfyri væntaðu skoruna, so avrikið er væl og virðiliga góðkent.

Sjálvur fekk eg herviligt krím eftir dystin í triðja umfari, og eri nústani fullbirgur aftur. Tað darvaði mær at hugsa og hugsavna meg til fulnar undir dystunum, og skilið var har eftir. 2½ stig í fimm dystum er einki at reypa av móti mótstøðumonnum, sum eg hevði. Eg noyðist at viðganga, at eg eri vorðin í so skroypiligur við árunum, og løtan er komin at hugsa um, hvat gerast skal fram eftir.

Tann stóra opinberingin í føroysku leguni hevur verið Luitjen - yngsti maðurin. Gjøgnumbrotið hevur leingi verið í umbúna, men nú knallaði hann til við tí stóra hamarinum. 6½ stig í níggju dystum móti trimum stórmeistarum og tveimum IM-arum. Einastandandi flott, og nú er helst bara ein spurningur um tíð, til Føroyar aftur fáa ein nýggjan IM-ara.

Samanumtikið fari eg at siga, at vit hava helst ikki telvað móti so nógvum sterkum liðum sum hesaferð. Men tað er komin ein nýggj orka á føroyska liðið. Regluliga landsliðsvenjingin seinastu mánaðirnar hevur heilt víst munað væl. Tað er uttan iva vert at umhugsa at halda fram við hesum leisti so ella so.

Undir øllum umstøðum kann staðfestast, at ættarliðsskiftið á føroyska talvlandsliðnum tykist vera fullført.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder