Í samband við at nýggj parkour breyt opnar í høvuðstaðnum, skipar Skatefelagið fyri hugnakvøldi á Vestaru bryggju, í Bacalao leygarkvøldið klokkan 19.
- Gamla flakavirkið í Havn er í hesum døgum eitt hotspot fyri alternativum ítrótti. Ítróttir sum klintring, skateboarding, rulliskoyting, bmx súkling, og nú eisini parkour.
Tey seinastu árini hevur hesin ítrótturin verið í støðugum vøkstri, skriva fyrireikararnir í tíðindaskrivi.
Boðað verður samstundis frá, at tvær hallir eru gjørdar til endamálið - ein skatehøll og ein klintrihøll - og at Parkour breytin so er tað nýggjasta ískoytið til hetta.
Leygarkvøldið verður hugnakvøld í Bacalao, har øll, bæði ung og gomul, kunnu royna seg, ella bara hanga út og práta.
- Tónleikur og disko ljós verða á skránni. Umframt at høllirnar vera opnar, fer Ís.fo eisini at hava opið hetta kvøldið.
Skatefelagið hevur bygt "Skatehøllina" og Parkour breytina, meðan Klintrifelagið hevur bygt Klintrifelagið. tær verða riknar av sjálvbodnum. Tórshavnar Kommuna er stuðul til báðar verkætlaninar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald