36 lið, átta umfør og eingir bólkar. Champions League sær øðrvísi út í ár.
Sonevnda deildarspælið fór í gongd í gjárkvøldið, tá seks dystir vórðu spældir:
Champions League deildarspæl, 1. umfar:
Í gjár, týsdagin 17.09
Juventus - PSV 3-1
Young Boys - Aston Villa 0-3
AC Milan - Liverpool 1-3
Bayern München - Dinamo Zagreb 9-2
Real Madrid - Stuttgart 3-1
Sporting C.P. - Lille 2-0
Áhugavert var millum annað, at Aston Villa vann greitt í sínari afturvendan til fínasta evropeiska pallin.
Liverpool skoraði eisini trý mál og vann eisini á útivølli. Christian Pulisic legði annars AC Milan á odda nærum beinanvegin, men Liverpool skoraði við tveimum deyðbóltum fyri steðgin og góðum kontraálopi í 2. hálvleiki. Liðið hjá Arne Slot var omaná og reisti seg harvið eftir heimatapið fyri Nottingham Forest.
Harry Kane gjørdi bart fyri Bayern (Mynd: EPA)
Zagreb kom veruliga í ódnarveður í München. Tað eydnaðist at minka um munin til 3-1 og 3-2 beint eftir steðgin, og eftir Neuer varð skiftur út, men Bayern fekk fimm mál afturat. Harry Kane skoraði fýra ferðir í risasigrinum - trý av málunum vóru brotsspørk.
Í Madrid komu øll fýra málini í 2. hálvleiki. Stuttgart bjóðaði Champions League-meistarunum av, men Mbappé, Rüdiger og brasilska undurbarnið Endrick skoraðu fyri heimaliðið.
Seks dystir verða spældir í dag:
Í dag, mikudagin 18.09
17.45: Bologna - Shakhtar
17.45: Sparta Prag - RB Salzburg
20.00:
Celtic - Slovan Bratislava
Club Brügge - Borussia Dortmund
Manchester City - Inter Milan
PSG - Girona
Tey seinastu tólv liðini spæla sínar fyrstu dystir hósdagin.
Man spælir móti átta ymiskum liðum, og átta tey fremstu liðini "í deildini" koma beinleiðis víðari. Liðini frá 9. - 24. pláss spæla pla-oyff dystir um pláss í áttandapartsfinalunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald