Eftir 1984-1985 kappingarárið í Serie A var Hellas Verona ovast á stigatalvuni - fyri fyrstu og higartil einastu ferð har. Hetta var millum annað við útlendskum profilum sum Hans-Peter Briegel og Preben Elkjær á liðnum, og talan var um eitt óvæntað meistaraheitið.
Støðan er øðrvísi nú. Hellas hevur verið í Serie A síðani 2019, men er flutt niður nakrar ferðir í Serie B í hesari øldini. Og í løtuni, nú 23 umfør eru spæld, og 15 umfør resta í av kappingarárinum, liggur Hellas Verona nummar 20 og harvið aftast í fremstu italsku deildini.
Liðið hevur spælt átta dystir á rað uttan at vinna, millum annað 4-0 móti Cagliari leygarkvøldið, og tað hevur nú kostað høvuðsvenjaranum starvið.
Stutt fyri at Andrias Edmundsson í dag varð kunngjørdur sum nýggjur spælari í Verona, komu boðini sum fleiri italskir miðlar hava væntað seinastu tíðina: Paolo Zanetti er ikki longur venjari í felagnum.
- Hellas Verona FC skal kunngerða, at felagið hevur loyst Paolo Zanetti úr starvið sum høvuðsvenjari hjá okkara fyrsta liði. Vit takka hinum og toyminum fyri arbeiði teirra - venjarin hjá okkara Primavera-liðið, Paolo Sammarco hevur venjingina í dag.
![]()
Zanetti undir 4-0 tapinum fyri Cagliari leygarkvøldið - helst visti italski venjarin, hvat klokkan hevði sligið (Mynd: EPA)
Primavera-liðið er U19-liðið. Hellas skal hava ein nýggjan fastan venjara, so tað veður áhugavert at síggja, hvønn Andrias Edmundsson fer at spæla undir.
Tað verður so ikki Paolo Zanetti, sum var venjari í felagnum í tvey og eitt hálvt ár. Felagið hevur millum annað eisini ítróttarstjóra, og skiftið burdi ikki ávirka nógv hjá Andriasi - Hellas Verona hevur spælt fast við trimum miðverjum í eina tíð.
Andrias Edmundsson kann spæla sín fyrsta dyst fyri Hellas Verona fríggjakvøldið 6. februar, tá lykladystur verður móti Pisa, ið er næstniðast í Serie A. Bæði liðini hava 14 stig - uppgerðin verður á Stadio Marc'Antonio Bentegodi, ið tekur umleið 39.000 áskoðarar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald