![placeholder](https://roysni.fo/css/img/banner2x1.png)
Í gjárkvøldið var skipað fyri lítlum hátíðarhaldi, tá nýggja venjingarhøllin í HB-húsinum varð tikið alment í nýtslu. Hon er , har gamla veistluhølið var.
hb.fo skrivar, at tað varð stutt greitt frá, hvat lá aftanfyri ætlanina. Fysisiki venjarin, danin Sebastian Dam, greiddi frá, hvussu týdningarmikil fysisk venjing er. Í HB verður hon skipað - heilt frá U15 og upp til vaksnamanndeildirnar.
Navnið varð eisini almannakunngerast. Millum mongu uppskotini fall valið á Stimbur-Høllin. Orðið ”stimbur” merkir kropsstyrki, og HB skrivar, at tað heilt einfalt er tað, sum høllin skal brúkast til.
Heiðurin at lata høllina alment upp, fingu teir fýra heiðurslimirnir í felagnum, Jógvan Páll Lassen, Aage Samuelsen, Heri Mohr og Poul Michelsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald