Tað kann blíva eitt tungt kappingarár hjá nýggju liðunum í bestu kvinnudeildini. Fyrsta umfar verður leikt um vikuskiftið, og tveir dystir vórðu leiktir í dag.
07 Vestur sum í ár roynir seg í bestu kvinnudeildini á fyrsta sinni, tók ímóti HB, sum í fjør gjørdist nummar trý í deildini við 27 stigum. Og talan var um ein málríkan dyst. Heilar seks ferðir kundu tær reyð og svart-klæddu havnardamurnar frøast um. Støðan í hálvleikinum var 4-0 til útliðið, og úrslitið gjørdist 6-0.
Hitt nýggja liðið í kvinnudeildini, felagsliðið hjá AB og B71, var á vitjan hjá EBS/Skála, sum endaði aftast í deildini í fjør við bara 13 stigum. Tað gjørdist ein tungur dystur hjá kvinnunum av Argjum og úr Sandoynni, tí EBS/Skála skoraði fimm mál longu fysta góða hálva tíman. Tað bleiv kortini ikki til meira, og úrslitið gjørdist 5-0 til EBS/Skála.
Í morgin skulu hina fýra liðini í deildini í eldin. Í Klaksvík hittast greipuvinnararnir og NSÍ, sum fleiri hava mett at kunna geva KÍ-kvinnunum ein skarpan gang í ár. Í Gundadali tekur B36 ímóti Víkingi, sum nú stendur á egnum beinum eftir at hava tikið seg úr samstarvinum við ÍF og B68.
07 Vestur - HB 0-6 (0-4)
30’ Sara Samson Lamhauge 0-1
33’ Julia Naomi Mortensen 0-2
42’ Sunniva Willlemoes 0-3
45’ Sunniva Willlemoes 0-4
61’ Jónvá Hentze 0-5
88’ Sara Samson Lamhauge 0-6
EBS/Skála - AB/B71 5-0 (5-0)
11’ Rakul Vesturdal Magnusen 1-0
24’ Randi Fagradal 2-0
25’ Randi Fagradal 3-0
29’ Silja Pálsdóttir Augustinussen 4-0
33’ Lea Lisberg 5-0
Dystir í morgin
KÍ - NSÍ (15:00)
B36 - Víkingur (15:00)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald