Fótbóltur

Nýggju tilburðirnir ávirka Betri-hópin hjá HB

Fleiri av yngru leikarunum hjá oddaliðnum í bestu mansdeildini í fótbólti skulu sita í sóttarhaldi part av vikuni. Eftir ætlan skulu fýra Betri-deildardystir spælast mikukvøldið.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-09-21 00:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri av yngru leikarunum á besta mansliðnum hjá HB ganga á Glasi, har tiltøk eru sett í verk fyri at forða einum smittuútbroti. Hetta kann geva avbjóðingar í mun til liðið næsta umfar, sum verður mikudagin.

- Í samlaða hópinum hava vit fleiri spælarar, sum ganga á Glasir, og hetta ávirkar okkara møguleikar at seta liðið, - í øllum førum til komandi dyst.

Oddaliðið í Betri deildini heldur tó, at dystirnir skulu spælast í komandi viku. Korona hevur longu ávirkað landskappingina í so stóran mun, at tað verður trongligt at flyta fleiri dystir, sigur HB.

- Vit í HB halda tó at tað er sera umráðandi at vit fáa spælt dystirnar í komandi viku, soleiðis at landskappingin kann avgreiðast nøkunlunda sum ætlað, skrivar HB í fráboðan.

- Vit ganga sjálvandi út frá, at øll feløgini neyvt fylgja vegleiðingini frá myndugleikunum á hesum øki, soleiðis at landskappingin verður ávirkað minst møguligt. Hóast hetta merkir, at vit koma at mangla spælarar bæði til venjing og dystir í komandi viku.

Dystir mikudagin 23. september
TB - NSÍ
EB/Streymur - HB
Skála - ÍF
Víkingur - AB

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder