2021-06-11 13:38
Hósdagin 10 juni varð eitt nýtt føroyskt fótbóltslið sett á stovn í Aalborg. Liðið er doypt FINTAN, og er mannað av lesandi føroyingum í Aalborg.
Fintan, ið er stovnað sum lið undir KB81, og hevur heimabana á Tornhøjvej 1, 9220 Aalborg Øst, hevur søkt dispensation at byrja í Seriu 5.
– Vit síggja fram til at spæla dystir í august. Hetta er ein stórur dagur fyri føroyingar í Aalborg, siga stigtakararnir til nýggja liðið, Eyðstein Borgardal, Pauli Joensen, og Jón Sigurð Heinesen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald