Fótbóltur

Nýtt graslíki við Stóra í summar

Undirskiftin millum Tvøroyrar kommunu og Føroya Møblasølu kom uppá pláss í dag. Nýggi vøllurin í Trongisvági verður av slagnum DOMO, ið hevur serligt slag av graslíki: Talan er um samansett fipur.

André Dalfoss, Birgir Andreasen og Kristin Michelsen á vøllinum við Stóra. Hann varð lagdur á fyri ellivu árum síðani (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

André Dalfoss, Birgir Andreasen og Kristin Michelsen á vøllinum við Stóra. Hann varð lagdur á fyri ellivu árum síðani (Mynd: Tvøroyrar kommuna)

2023-04-13 18:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag varð sáttmáli undirskrivaður millum Tvøroyrar kommunu og Føroya Møblasølu um at leggja nýtt graslíki á vøllin við Stórá, ið fyri fyrstu ferð skal skiftast.

Vøllurin, ið liggur á nú, er frá 2012. Hann hevur tænt væl seinastu 11 árini, men  nú er tíð til at skifta vøllin. Vøllurin hevur sjálvandi verið fyri ávísum sliti, eftir at
hava verið dúgliga brúktur, skrivar Tvøroyar kommuna á heimasíðu sínari í dag

Fara at nýta tundur og samansett fupur

Nýggi vøllurin í Trongisvági verður av slagnum DOMO Vario Slide-S Pro frá belgiska felagnum DOMO, ið DOMO hevur heimspatent upp á hetta serliga slagið av graslíki. Birgir Andreasen frá Føroya Møblasølu greiðir frá, at við Stórá verður tað 6 cm høgt – gamli vøllurin hevði 5 cm høg grasstrá.

- Tað serliga við hesum grasinum, er, at tað er samansett fipur. Eina fiprið er skapt sum ein borur – tá traðkað verður á tað, so leggur tað seg ikki flatt, men rættar seg sjálvt upp aftur. Hitt fiprið leggur seg yvir fylluna, sum er tundur, fyri at fylla skal verða verandi í grasinum.

Gomlu vøllirnir brúka gummigranulat sum fyllu, men hetta verður nú ikki mett sum umhvørvisvinarligt og tí verður við nýggja vøllinum farið yvir til tundur. Nevnast kann, at hetta slagið av fyllu verður so at siga ikki longur brúkt og verður eisini forboðið í framtíðini. Sjálvt tá kavi verður ruddaður, verður fyllan liggjandi – hetta sást eitt nú seinast kavi var á vallum av sama slagi norðanfjørðs, skrivar tvk.fo.

[object Object]
Sáttmálin undirskrivaður í TB-húsinum (Mynd: tvk.fo)

Birgir Andreasen og Føroya Møblasøla hava eisini havt samstarvið við Tvøroyrar kommunu um núverandi vøllin:

 - Vit hava altíð havt eitt sera gott samstarv við Tvøroyrar kommunu. Týsku veitararnir, DOMO, hava hvørja einastu ferð, teir hava verið her, nevnt hvussu einastandandi gott viðlíkahaldsarbeiði er gjørt við vøllin og økið kring hann.  Umsjónarmaðurin Anton Øster er beinleiðis orsøk, til at hesin vøllurin er best røktaði vøllurin í landinum, ið vit hava veitt”,

Anton Øster, ið er umsjónarmaður á Ítróttardeplinum við Stórá, rak í mong ár gartnarí á Sevmýri og tað segði Birgir sást aftur í viðlíkahaldinum av vøllinum.

Borgararnir í Tvøroyrar kommunu eiga økið við Stóra

Borgarstjórin, Kristin Michelsen, sigur, at avgerð um at skifta vøllin varð tikin á heysti í 2022, tá samráðingar vóru um fíggjarætlan fyri 2023, hjá Tvøroyrar kommunu.

- Tvøroyrar kommuna hevur havt sera góðar royndir av samstarvinum við Føroya Møblasølu og tí fall valið aftur á hesa fyritøku. Livitíðin av vøllinum, ið er væl longri enn aðrir vallir av sama slagi, hevur eisini verið ein orsøk til, at valið fall á Møblasøluna, segði borgarstjórin. Tað er sera týdningarmikið at fáa sett tey røttu fólkini til at taka sær av tílíkum deplum – “verður tað ikki gjørt so forfellur tað og tað skal Anton Øster eiga stóra tøkk fyri, at hann hevur røktað økið so væl”.

Borgarstjórin sigur annars við heimasíðuna hjá kommununi, at hetta er triðji vøllur hann hevur verið við til at samtykt sum býráðslimur í Tvøroyrar kommunu. Hin fyrsti var vøllurin á Sevmýri í 80-unum.

[object Object]
Mynd: tvk.fo


Vøllurin hevur stóran týdning fyri kommununa.

- Vøllurin er ogn hjá borgarunum í Tvøroyrar kommunu og saman við komandi neystinum hjá FSR, ið Tvøroyrar kommuna er høvuðsstuðul av, er vónin at hetta fer at vera við til at stuðla upp undir trivnaðin hjá borgarunum og menningina av býi okkara”, sigur hann.

Formaðurin í TB, André Dalfoss, fegnast eisini. Hann sigur, at 11-ára gamli vøllurin sjálvandi er slitin, og at tað er sera nógvur aktivitetur við Stórá, gjøgnum vikuna : Betri liðið hjá monnum venur 5 ferðir um vikuna við uml. 25 monnum og Betri liðið hjá kvinnum venur bæði við Stórá og í Vági. TB hevur eisini eitt 3. deildarlið og eina stóra ungdómsdeild, ið dagliga brúka vøllin. Tískil fer tann nýggi at koma væl við.

Hann skal leggjast á einaferð í summar, kunnar Tvøroyar kommuna um. Áðrenn sjálvt teppið kann leggjast á, skal ymiskt forarbeiði gerast og tað stendur P/F Articon fyri. Tað fer at taka umleið tíggju dagar at leggja serstaka graslíkið úr Belgia á.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder