Sunnudagin setti kenjanska Ruth Chepngetich nýtt heimsmet í hálvmaraton, tá hon rann 21,09 kilometrar uppá ein tíma, fýra minuttir og tvey sekund. 29 sekund skjótari enn gamla metið.
Tað hendi í sambandi við Istanbul Half Marathon í Turkalandi, og hetta var ikki fyrstu ferð, at 26 ára gamla kenjanska kvinnan vinnur eitt maraton ella hálvmaraton í týrkiska býnum.
26 ára gamla Ruth Chepngetich hevur nevniliga eisini vunnið Istanbul Marathon í 2017 og 2018.
– Istanbul er mín býur, eg elski at renna her. Heimsmetið er nakað, eg havi droymt um í eina tíð, og eg eri so glað fyri at hava fingið tað á gøtunum í Istanbul. Eg eri so fegin um hetta fantastiska úrslitið, sigur hon sambært Ritzau.
Á ávikavíst øðrum og triðja plássi vóru Yalemzerf Yehualaw úr Etiopia, og Hellen Obiri, sum eins og Ruth Chepngetich, er úr Kenja. Yehualaw kom á mál eftir ein tíma, fýra minuttir og 40 sekund, meðan Obiri kom á mál eftir ein tíma, fýra minuttir og 51 sekund.
Tíðin hjá Obiri er tann skjótasta tíðin hjá einum rennara, ið roynir seg fyrstu ferð í einum hálvmaraton. Hon er tvær ferðir vorðin heimsmeistari á 5.000 metrar-teininum.
Sunnudagin var fyrstu ferð, at tríggjar kvinnur gjøgnumførdu eitt hálvmaraton uppá minni enn 65 minuttir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald