Seinasta grand prix-kappingin í innandura bogaskjóting í vetur, sum var í Miðvági sunnudagin, bleiv bæði undirhaldandi og spennandi.
Hesaferð vóru tað serliga recurve-skjúttarnir, sum syrgdu fyri spenninginum. Hjá monnunum luttóku fimm skjúttar hesa ferð, og tað er tað mesta í vetur.
Met er ongin trygd
Í innleiðandi kappingini bendi alt á, at elituskjúttin, Hans Petur Højgaard, úr Ørvi fór at gera ein ordans vørr, tá hann við 574 stigum setti sítt persónliga met. Gamla metið hjá honum var 569. Enn er eitt sindur upp til føroyska metið hjá Absalon Hansen, sum er 585.
Men metið hjá Hans Peturi í innleiðandi kappingini var ongin trygd ímóti trupulleikum seinni í kappingini. Teir fekk hann í so ríkiligt mát í finaluni, at hann ongantíð áður í vetur hevur verið so nær við at spælt sær gullið av hondum sum hesaferð.
Michael var nær við
Mótstøðumaðurin í finaluni var, sum so ofta fyrr í vetur, Michael Feldballe, Tambar.
Hann hevði havt sítt at stríðast við í hálvfinaluni ímóti Bárði Magnusson úr Vágaskoti.
Bárður bleiv nummar tvey í innleiðandi kappingini, og kom eisini betur frá byrjan í hálvfinaluni. Eftir trý umfør var hann frammanfyri 4-2, men síðan vann Michael tepurt tey bæði seinastu umførini og hálaði hálvfinalusigurin heim.
Og hann var alt annað enn í gávuhýri í finaluni. Fyrsta umfarið endaði javnt, men síðan vann Michael tey bæði næstu, og var tískil á odda 5-1, tá tvey umfør vóru eftir. Tey bæði vann Hans Petur tó, og við endastøðuni 5-5 var greitt, at vinnarin mátti finnast við shoot-off. Tá raktu báðir 9’aran, men Hans Petur var nærri miðjuni, og tað tryggjaði honum gullið. Michael hevði orsøk at iðra seg, tí ongantíð í vetur hevur hann verið so nær við at koppa Hans Peturi.
Shoot-off-endurtøka
Eisini recurve-kvinnurnar vóru fimm í tali og borgaðu fyri spenningi. Fyri aðru ferð í vetur skuldu systkinabørnini Tóra Dinna Reynskor og Marianna Reynskor, báðar úr Vágaskoti, í shoot-off-hólmgongu um gullið.
Fyrru ferð var í kappingini í Havn 11. februar, tá Tóra Dinna vann, men í Miðvági var øvugt – Marianna tryggjaði sær gullið, tá hon rakti 8’aran, og Tóra Dinna rakti 6’aran.
Bronsufinaluna vann Pernille Krogh úr Vágaskoti 7-3 ímóti liðfelaganum Leu Karinu Haraldsen.
Fáment compound-kapping
Hjá kvinnum compound tykist Helena við Misá hava tikið seg um reiggj. Hon var einsamøll kvinna at skjóta við compoundboga í kappingini í Vági 24. februar, men undan tí hevði hon tapt allar kappingarnar í nýggja árinum – tríggjar kappingar á rað – fyri føstu mótstøðukvinnuni Rakul Dam.
Sunnudagin vann Helena tó bæði innleiðandi kappingina og finaluna.
Hjá monnum í compound tóku eisini bara tveir skjúttar lut í kappingini hesa ferð –Jóannes Poulsen úr Ørvi og Jógvan Niclasen, Tambar. Her vann Jóannes Poulsen trygt bæði innleiðandi kappingina og finaluna.
Úrslitini í Grand Prix-kappingini í Miðvági vóru hesi:
Kvinnur recurve
Innleiðandi:
Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), 230+238 = 468.
Pernille Krogh (Vágaskot), 230+221 = 451.
Marianna Reynskor (Vágaskot), 227+218 = 445.
Lea Karina Haraldsen (Vágaskot), 230+210 = 440.
Ása Helena B. Rasmussen (Tambar), 92+155 = 247.
Fjórðingsfinala:
Lea Karina – Ása Helena, 6-0.
Hálvfinalur:
Tóra Dinna – Lea Karina, 6-0.
Marianna – Pernille, 6-0.
Bronsufinala:
Pernille – Lea Karina, 7-3.
Finala:
Marianna – Tóra Dinna, 5-5; shoot-off, 8-6.
Tóra Dinna Reynskor (Vágaskot), vinstrumegin, mátti hesaferð lúta í finaluni ímóti systkinabarninum Mariannu Reynskor (Vágaskot), í miðjuni. Høgrumegin er tað Pernille Krogh (Vágaskot), sum vann bronsu
Menn recurve
Innleiðandi:
Hans Petur Højgaard (Ørvur), 284+290 = 574.
Bárður Magnusson (Vágaskot), 264+252 = 516.
Michael Feldballe (Tambar), 260+248 = 508.
Per Símunarson (Ørvur), 253+252 = 505.
Hannis Reinert á Plógv (Vágaskot), 212+220 = 432.
Fjórðingsfinala:
Per – Hannis, 6-0.
Hálvfinalur:
Hans Petur – Per, 6-2.
Bárður – Michael, 4-6.
Bronsufinala:
Bárður – Per, 6-2.
Finala:
Hans Petur – Michael, 5-5; shoot-off, 9(+) – 9.
Úr vinstru er tað Michael Feldballe (Tambar), silvur, Hans Petur Højgaard (Ørvur), gull, og Bárður Magnusson (Vágaskot), bronsu
Kvinnur compound
Innleiðandi:
Helena við Misá (Ørvur), 265+256 = 521.
Rakul Dam (Tambar), 244+241 = 485.
Finala:
Helena – Rakul, 130-128.
Vinstrumegin er tað silvurvinnarin Rakul Dam (Tambar), sum fyri fyrstu ferð í ár mátti lúta fyri Helenu við Misá (Ørvur) í finaluni
Menn compound
Innleiðandi:
Jóannes Poulsen (Ørvur), 291+294 = 585.
Jógvan Niclasen (Tambar), 275+278 = 553.
Finala:
Jóannes – Jógvan, 148-140.
Vinstrumegin er tað Jógvan Niclasen (Tambar), silvur, og Jóannes Poulsen (Ørvur), gull
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald