Arsenal hevur júst vunnið sannførandi 5-1 sigur á Fulham, og harvið er støðan í oddinum hendan:
1.Manchester City 19 (7 dystir)
2.Liverpool 19 (7 dystir)
3.Arsenal 18 (8 dystir)
4.Tottenham 18 (8 dystir)
5.Chelsea 17 (7 dystir)
Bournemouth og Wolves eru eisini beint í hølunum, og harvið er einki lið stungið avstað og nógv lið blanda seg uppí.
Sigurin hjá Arsenal var tann sætti á rað í Premier League og sigur nummar níggju í øllum kappingum. Liðið hjá Unai Emery sær gott út, og áleyparnir Lacazette og Aubameyang gjørdist báðir tvífaldir málskjúttar.
Chelsea-leikararnir renna inn á vøllin um eina løtu í Suður Onglandi, og teir við einum sigri kunnu Hazard og co. leggja seg fyribils á odda.
Seinni í dag er so heilt stóri dysturin á Anfield. Ósigraðu liðini bresta saman, og tað kann gerast ein heilt undirhaldandi dystur. Liverpool basti í fjør City á Anfield, og sló eisini Guardiola og co. út í Champions League. Jurgen Klopp hevur gott tak á Pep, og spælistílurin hjá Liverpool tykist at passa væl til City, ið suverent vnan meistaraheiti í fjør. Spurningurin er so, um søgan endurtekur seg í dag.
Premier League 8. umfar (7/10):
Fulham - Arsenal 1-5 (1-1)
14.15: Southampton - Chelsea
16.30: Liverpool - Manchester City
Úrslitini í gjár:
Burnley – Huddersfield 1-1
Crystal Palace – Wolves 0-1
Leicester – Everton 1-2
Tottenham – Cardiff 1-0
Watford – Bournemouth 0-4
Manchester United – Newcastle 3-2
Les eisini
Fótbóltur
Oddabrak á Anfield
Manchester City og Liverpool spæla týdningarmiklan dyst í tætta oddinum í Premier League.
2018-10-07 13:54
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald