Fótbóltur

Oddabrak í Gundadali klokkan 18.30

NSÍ skal royna at økja um leiðsluna til hini liðini, men B36 kann við sigri leggja seg á odda í Meistaradeildini. FM1 sigur frá - eisini í Sarpugerði har 07 Vestur vitjar. Til ber at fylgja gongdini í báðum dystunum ovast á Portalinum.

NSI og B36 bresta saman - við 1. plássinum uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

NSI og B36 bresta saman - við 1. plássinum uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

2026-05-04 13:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir sunnudagin har allir endaðu við javnleiki.

8. umfar í Meistaradeildini 
Í gjár, sunnudagin 3. mai

HB - AB  1-1 (1-0)
Meira um dystin her

KÍ - Skála 0-0
Meira um dystin her

Les eisini: Uppflytararnir vunnu stig á útivølli móti skinklandi stórfeløgum

B68 - EB/Streymur 1-1 (0-1)
Meira um dystin her

Í dag, mánadagin 4. mai
B36 - NSÍ
Víkingur - 07 Vestur

Báðir dystirnir í kvøkd byrja klokkan 18.30, og FM1 sigur frá báðum

[object Object]Støðan

Serliga tað at KÍ ikki fekk fult í gjár, ger uppgerðina í Gundadali í kvøld uppaftur meira spennandi:

NSÍ kann við sigri økja um munin - hava fýra stig niður til nummar tvey og fimm stig til nummar trý - meðan B36 hinvegin kann leggja seg á odda í deildini við trimum stigum. NSÍ hevur framvegis ikki tapt í ár.

Um tað endar við javnleiki, verður tað framhaldandi ógvuliga tætt í topp-trý - og framvegis langt niður til HB.

[object Object]
B36 tapti fyri HB í fjórðingsfinaluni í steypakappingini - har tað ikki av álvara var nær við at vera spennandi. Nú skal B36 reisa seg (Mynd: Sverri Egholm)

Víkingur er eisini væl frá trimum teimum fremstu plássunum. Liðið hevur verið ov óhvasst á seinasta triðinginum fyri at veruliga kappast har. Seinastu tveir dystirnar (Skála og B68) hevur Víkingur ikki livað upp til favorittleiklutin. Um tað eydnaðist Jóhan Peturi Poulsen og teimum at fáa fult móti 07 Vestur í kvøld, kemur Víkingur upp á 4. plássið.

FM1 sigur frá báðum dystunum, sum byrja klokkan 18.30 í kvøld

Lurta eftir FM1 her ella á vanligu frekvensunum

Til ber eisini at fylgja gongdini í dystunum ovast á Portalinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder