Fótbóltur

Uppflytararnir vunnu stig á útivølli móti skinklandi stórfeløgum

HB var leingi á odda, men AB stríddi og spældi seg til uppiborið stig í Gundadali. KÍ var tannleyst og misti fyri triðju ferð í ár sum stórfavorttir - Skála vann sær fjórðu ferð á rað stig móti topp-fimm felagi.

Ebiye Moses skoraði móti AB, men tað gav ikki ein sigur. Deni Pavlovic og KÍ megnaðu ikki at skora móti Skála - eftir sigur í Gundadali síðsta sunnudag var hetta eitt fet aftur hjá føroyameistarunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ebiye Moses skoraði móti AB, men tað gav ikki ein sigur. Deni Pavlovic og KÍ megnaðu ikki at skora móti Skála - eftir sigur í Gundadali síðsta sunnudag var hetta eitt fet aftur hjá føroyameistarunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-03 17:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um ein helt, at KÍ og HB av álvara høvdu skrætt seg burtur heldur tungari gongd, so kann man trúgva umaftur.

Í øllum førum útfrá teimum báðum fyrstu dystunum í 8. umfari í Meistaradeildini. Báðir byrjaðu klokkan 15 - í báðum tók eitt stórfelag og topp-tvey felag móti einum uppflytara á heimavølli. Og í báðum førum endaði tað við javnleiki.

HB legði seg á odda í 13. minutti við góðum máli. Tað var nigerianski Ebiye Moses, sum setti bóltin niður í longra málhornið við høgra fótinum. HB hevði eisini gott tamarhald á í 1. hálvleiki

AB fall ikki í fátt og var omaná eftir steðgin. Og í 82. minutti javnaðu argjamenn, sum hava gjørt hol í sjógvin í ár. Tað var 19-ára gamli Heðin Olsen, sum valdi júst tí røttu tíðina at skora sítt fyrsta mál í Meistaradeildini.

HB hevur bert fimm stig fyri sínar seinastu fimm dystir í landskappingini. Og AB og HB standa jøvn: Við 11 stigum og málúrttøkuni minus 1:

[object Object]
Støðan í løtuni

KÍ er eitt stig frá fyrsta plássinum, men eftir dystin móti Skála í dag, hava greipuvinnararnir "mist stig" í trimum dystum, har mótstøðuliðið er eitt av "botn-fimm liðunum": Móti EB/Streymi, AB og nú Skála.

Liðið hjá Magnusi Powell vísti styrki móti HB í Gundadali, men í dag vísti KÍ so at at siga einki á heimavølli móti nummar 10 í deildini. Nakrar vandastøður vóru, og serliga hevði Jóannes Kalsø Danielsen ein stóran møguleika.

Men KÍ-spælið hekk illa saman, uttan millum annað Jákup B. Andreasen, tað gekk seint fyri seg, og Skála stríddist fyrimyndarliga væl.

Bjarti Thorleifsson var nær við, við beinleiðis frísparki. Fjórða dystin á rað vann Skála stig móti einum av vanligu topp-fimm feløgunum (B36, Víkingi, NSÍ og nú KÍ). Í trimum teirra hava uppflytararnir hildið málið reint. Skjótt skal Skála eisini hava sigrar.

Í løtuni spæla B68 og EB/Streymur á Svangaskarði.

8. umfar í Meistaradeildini 
Í dag, sunnudagin 3. mai

HB - AB  1-1 (1-0)
Meira um dystin her

KÍ - Skála 0-0
Meira um dystin her

17.15: B68 - EB/Streymur Lurta eftir FM1 nú

Í morgin, mánadagin 4. mai
B36 - NSÍ
Víkingur - 07 Vestur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder