2020-02-29 21:38
Í Italia eru nógvir tilburðir av coronavirussinum staðfestir, serliga í norðara parti av landinum. Hetta ávirkar eisini fótbóltin í landinum, har fimm dystir eru útsettir í Seriu A hetta umfarið, millum annað oddabrakið ímillum Juventus og Inter Milan. Seinasta vikuskiftið vóru fýra dystir útsettir.
Teir fimm dystirnir skuldu eftir ætlan spælast uttan áskoðarar, men nú er avgerð tikin um at útseta teir.
Eisini eru allir dystirnir í fremstu og næstfremstu røð í Sveis útsettir fram til mitt í mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald