Fótbóltur

Oddasessurin uppá spæl í Klaksvík

B36 vitjar KÍ í kvøld, og útsetti dysturin kann fáa sera stóran týdning fyri oddastríðið.

Jóannes Bjartalíð hevur skorað fýra mál í trimum dystum eftir summarsteðgin - Erlendur Magnussen er framvegis ikki tøkur at spæla - KÍ og B36 bresta saman í kvøld - her í dysti í august í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Jóannes Bjartalíð hevur skorað fýra mál í trimum dystum eftir summarsteðgin - Erlendur Magnussen er framvegis ikki tøkur at spæla - KÍ og B36 bresta saman í kvøld - her í dysti í august í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2019-08-21 15:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er tætt. Tað er ógvuliga, ógvuliga tætt. Oddurin í Betrideildini er so trongur, sum næstan gjørligt. HB og Víkingur eru aftanfyri KÍ, B36 og NSÍ; bæði í mun til at tey hava færri stig og hava spælt ein dyst fleiri (tveir fleiri enn KÍ). Í veurleikanum eru tó bert fýra stig frá nummar 5 till nummar eitt. Í kvøld kann NSÍ verða yvirhálað av B36, og KÍ kann koma ájavnt í stigum.

Støðan: 
1. NSÍ (42 stig) 18 dystir
2. B36 (41 stig) 18 dystir
3. KÍ (39 stig) 17 dystir
4. HB (38 stig) 19 dystir
5. Víkingur (38 stig) 19 dystir
6. Skála (25 stig) 19 dystir
7. TB (18 stig) 19 dystir
8. AB (11 stig) 19 dystir
9. EB/Streymur (9 stig) 19 dystir
10. ÍF (5 stig) 19 dystir

Hetta kann gerast heilt stóra kvøldið hjá B36. Um liðið hja Jákupi á Borg vinnur, so er KÍ fimm stig burtur og HB og Vìkingur seks. NSÍ fer framvegis at vera beint í hølinum, og við einum dystir færri, men tað kann merkja nógv fyri B36, ið hevur 10 stig eftir fýra dystir í seinnu hálvu, og sum ikki hevur tapt í 11 dystum. 

[object Object](Jákup á Borg - her í viðtalu við Portalin - hansara menn hava ikki tapt í Betrideildini síðani síðst í apríl)


KÍ hevur tó yvirtakið á B36 í hesum kappingarárinum. Klaksvíkingar vunnu 3-0 í Gundadalií apríl, og stóra viku seinni endtaði tað 4-3 eftir longda leiktíð og eftir at B36 var á odda 2-0 í hálvleikinum. Tað er tó púra javnt samanlagt í Betrideildini ímillum Mikkjal Thomassen og Jákup á Borg. Norðlýsið vísti á hagtølini í gár; síðani Jákup tók við sum B36-venjari í 2017 hevur B36 vunnið tríggjar ferðir á KÍ, KÍ tríggjar ferðir, og fyrsti inanhýsis dysturin endaði 1-1. Í fjórðingsfinaluni í steypakappingini í ár stóð tað á jøvnum 2-2 eftir 90 minuttir.

[object Object]
(Mikkjal Thomassen hevur kunna fegnast eftir sigrarnar í Gundadali ímóti sínum gamla felagið fyrr í ár - Mynd: Sverri Egholm) 

2-2 stóð á máltalvuni við Djúpumýrar í mjørkanum leygarkvøldið. Eftir eina 2-0 leiðslu tíðliga megnaði KÍ ikki at fáa trý stig í hús ímóti Skála, og hetta var eitt vónbrot fyri teir í bláum og áskoðarar teirra. Seinna hálva hevur gingið verri enn  fyrra hjá KÍ seinastu árini. KÍ hevur tó víst nógva styrki í ár, og hevur nú møguleikan á heimavølli at koma ájavnt við NSÍ. 

Hjá KÍ er Simen Sandmæl úti orsakað av fiburspreinging í baklærinum, og tað er eisini ein smeitur, at Deni Pavlovic framvegis hevur leikbann. Torbjørn Grytten er eisini úti. Hjá B36 eru teir allarflestu tøkir; Erling Dávidsson og Gilli Samuelsen vóru tó ikki við seinast ímóti TB

Vit fylgja gongdini í oddadystinum, hava myndir og taka samanum aftaná

Betrideildin, 15. umfar (Útsettur frá 29/6) 
19.00, Við Djúpumýrar
KÍ - B36

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder