Fótbóltur

Oddmar Andreassen nýggjur formaður í B68

Nevndin í felagnum hevur eftir aðalfundin í gjárkvøkdið sjey fólk í nevndini - áðrenn vóru fimm.

Nýggja nevndin - Oddmar Andreassen, formaðurin, er tann triði frá vinstru (Mynd: B68 Tofta Ítróttarfelag)

Nýggja nevndin - Oddmar Andreassen, formaðurin, er tann triði frá vinstru (Mynd: B68 Tofta Ítróttarfelag)

2021-01-27 08:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Aðalfundur hjá B68 var í gjárkvøldið. Jóhannus Olsen, formaður, Arni Winthereig og Jákup Alfredson halda ikki fram, og fimm nýggj fólk komu í nevndina, ið nú telur sjey fólk ístaðin fyri fimm

Oddmar Andreassen er nýggjur formaður, og nevndin hevur skipað seg soleiðis, sambært Facebook-síðuni "B68 Tofta Ítróttarfelag":

Oddmar Andreassen, formaður
Petur Gaardlykke, næstformaður
Niclas Allan Danielsen, peningarøkil
Jógvan Hendrik Johannesen, skrivari
Hanna Krista Poulsen, ungdómsábyrgdari
Djóni Højgaard, nevndarlimur
Ian D. Jacobsen, nevndarlimur

Besta mansliðið hjá B68 skal í 2021 spæla í Betrideildini fyri fyrstu ferð síðani 2016.
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder