Hondbóltur

Ógreitt hvussu verður við dystinum

Dysturin millum H71 og ukrainska HC Galyachanka skuldi eftir ætlan spælast í dag, men enn er ógreitt, hvussu verður við dystinum, nú H71 hevur boðað frá, at liðið ikki fer til Ukraina – Partarnir hava til klokkan 13 at finna eina loysn.

H71-kvinnurnar í Varsjava (Mynd: H71/Facebook)

H71-kvinnurnar í Varsjava (Mynd: H71/Facebook)

2022-02-13 11:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

H71 skuldu eftir ætlan spæla fjórðingsfinalu í EHF Cup móti ukrainska HC Galyachanka nú á middegi, men tað er framvegis ógreitt, hvussu verður við dystinum.

Fríggjadagin boðaði danska uttanríkismálaráðið frá, at danskir ríkisborgarar áttu at fara úr Ukraina, og mælt varð samstundis frá at fara til landið. Tí gjørdi H71 greitt, at tey fóru ikki um markið til Ukraina ímóti boðunum frá myndugleikunum.

H71 hava verið í Póllandi síðan fríggjadagin, og arbeitt verður enn við at finna eina loysn, so dysturin kann spælast.

Kringvarpið skrivar, at partarnir hava til klokkan 13 føroyska tíð at finna eina loysn. H71 hevur skotið upp at spæla dystin í pólska høvuðsstaðnum Varjava í morgin, meðan ukrainska liðið hevur skotið upp at spæla dystin í Póllandi seinni í vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder