Fótbóltur

Ógvuliga týðandi vikuskifti í 1. deild

Tey fýra liðini, sum kappast um uppflyting, spæla innanhýsis dystir í fjórðseinasta umfari. B71 tekur ímóti AB klokkan 13 - sunnudagin verður Suðuroyarbrak í Vági.

B71 og AB hava áður stríðst um uppflyting til Betrideildina. Tíðliga seinnapartin skulu liðið hvør sínu megin nýggjasta undirsjóvartunnilin stríðast um stigini á Sandi (Savnsmynd: Olena Goffe)

B71 og AB hava áður stríðst um uppflyting til Betrideildina. Tíðliga seinnapartin skulu liðið hvør sínu megin nýggjasta undirsjóvartunnilin stríðast um stigini á Sandi (Savnsmynd: Olena Goffe)

2024-09-28 08:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra umfør eftir í næstbestu mansdeildini og tvey uppflytingarpláss uppá spæl. AB, B71, TB og FC Suðuroy hava alt at spæla fyri, og síðstnevnda er í best støðu.

Liðið er á 2. plássi og hevur ein dyst færri enn kappingarneytarnar (heima móti B36, 12. oktober). FC Suðuroy er uppflytari men kann veruliga styrkja sína støðu í oddinum við sigri á TB í morgin. Aldursforsetin hevur í størri mun meira ein sigur fyri neyðuni. Niðurflytararnir hava tvey stig upp til strikuna - tað verður helst eitt brak á Eiðinum sunnudagin seinnapartin.

[object Object]
Gilli Rólantsson Sørensen og TB hava vunnið tveir dystir á rað og stríðast nú fyri at lyfta seg inn í topp-trý (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Les eisini: - Skulu hava nýggj ljós á Eiðinum

AB og B71 spæla spennandi dyst í dag. Sandoyingar eru í løtuni í betri støðu enn argjamenn - serliga eftir sigurin á FC Suðuroy síðsta vikuskifti. B71 hevur ikki tapt eftir summmarsteðgin og kann seta AB í ringa støðu við sigri í dag.

Næstbesta liðið hjá Víkingi liggur ógvuliga væl til at enda í minsta lagi topp-trý. B36 er í løtuni á 3. plássi, og í so fall at tey bæði næstbestu liðini halda sær har uppi saman við Víkingi, so skal liðið, sum endar á 4. plássi, spæla um uppflyting móti nummar níggju í Betrideildini.

B36 er stórfavorittur móti grannunum í kvøld - næstbestu liðini hjá B36 og HB spæla aftaná Betriliðini í Gundadali. HB er flutt niður.

FC Hoyvík fær somu lagnu, um liðið ikki vinnur á Víkingi í morgin - tað er so at siga heilt vist. Liðið úr Hoyvík hevur staðið seg fínt eftir summarsteðgin, men eitt meira styrkt KÍ-lið er runnið avstað síðani landsliðssteðgin. KÍ vann 3-0 í Runavík í gjárkvøldið. Hetta var triði sigurin á rað hjá KÍ.

24. umfar
Í gjár, fríggjadagin 27. september 
NSÍ - KÍ 0-3

Leygardagin 28. september
13.00: B71 - AB
19.30: HB - B36

Sunnudagin 29. september
15.00: FC Suðuroy - TB
17.00: FC Hoyvík - Víkingur

Støðan í 1. deild undan fjórðseinasta umfar
1. Víkingur 42 stig
2. FC Suðuroy 39 stig
3. B36 37 stig
------------------------
4. B71 37 stig
5. AB 35 stig
6. TB 35 stig
7. NSÍ 28 stig
8. KÍ 27 stig
------------------------
9. FC Hoyvík 18 stig
10. HB 12 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder