Eftir kvinnudystin millum VÍF og Neistan fóru mennirnir hjá somu feløgum inn á vøllin í Høllini á Hálsi. Talan var um oddadyst.
Les eisini: Neistin javnaði út í evstu løtu
Fyrri hálvleikur var sera javnur, og tað var 13-13, tá liðini fóru at hvíla seg. Men VÍF kom út og skoraði fýra tey fyrstu málini í 2.hálvleiki, og tá hálvrunnið var, var munurin fimm mál. Neistin megnaði ikki, eins og kvinnuliðið frammanundan, at vinna seg innaftur í dystin, og tað endaði 29-23 til útiliðið.
VÍF er framvegis ósigrað, og er rímiliga greitt oddalið í løtuni. Magnus Müller og Sjúrður Olsen gjørdist toppskjúttar hjá útiliðnum og í dystinum við sjey málum hvør. Filip Jojic skeyt 6 mál. Hjá Neistanum varð Tróndur Kragesteen toppskjútti við seks málum.
Í morgin eru tveir dystir á skránni í Okkara-deildini. Kyndil og StÍF bresta saman í Høllini á Hálsi, og í Hoyvíkshøllini vitjar Team Klaksvík. Báðir dystirnir byrja klokkan 16.00.
Støðan í Okkara-deildini:
VÍF 9 (5 dystir)
Neistin 6 (5 dystir)
Kyndil 6 (5 dystir)
H71 4 (4 dystir)
KÍF 3 (5 dystir)
StÍF 2 (4 dystir)
Team Klaksvík 2 (4 dystir)
Hondbóltur
Okkara-deildin: VÍF rann frá Neistanum Í 2. hálvleiki
VÍF vann í kvøld oddadystin á útiivølli móti Neistanum.
VÍF var omaná móti Neistanum í kvøld - seinni hálvleikur var munurin (Savnsmynd)
2018-10-20 20:55
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald