Tær fyrstu ítróttargreinarnar skulu fara í gongd í morgin, og fríggjadagin er sjálv setanin og veruliga startskotið á skránni í Tokyo. Vandi er tó framvegis fyri, at tað ikki verður til nakað.
Óvissa hevur verið í luftuni yvir olympisku leikunum í Japan í yvir eitt og hálvt ár. Teir skuldi upprunaliga verða fyri einum ári síðani, men koronustøðan gjørdi, at leikirnir vórðu útsettir í eitt ár. Seinastu mánaðirnar hevur tað verið nógv aftur og fram, tí mótstøðan hevur verið stór í Japan; millum annað tí koronastøðan ikki hevur verið støðug.
Les eisini: Ber ikki til at skipa OL á nóg tryggan hátt
Fyrrapartin í dag var tíðindafundur í Tokyo, har ovasti stjórin fyri olympisku fyrireikingarnevndina í býnum, Toshiro Muto, segði, at tað framvegis er møguleiki fyri, at OL verður avlýst.
Orsøkin er vaksandi talið av koronutilburðum í OL-býnum, har íðkarar frá trimum ymiskum londum, umframt hjálparfólk og miðlafólk, eru vorðin smittaði. Harvið kundi Moti ikki vísa aftur, at vandi er fyri, at alt verður avblást í síðstu løtu.
Áleið 11.000 íðkarar vera í OL-býnum, meðan leikirnir eru á skránni. Harímillum verður miðvingurin Sverri Sanberg Nielsen, ið skal rógva fyri Danmark.
Les eisini: Enn eitt ítróttafólk í OL-býnum fingið staðfest koronu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald