Tveir føroyskir rógvarar umboða í summar Danmark í Olympisku Leikunum í París, og fyrsti róðurin verður leygardagin.
Sverri Sandberg Nielsen rør einskullara, og Sára Maria Johansen luttekur sum partur av kvinnuáttara.
Kappingarnar eru frá leygardegnum 27. juli til leygardagin 3. august.
33 lond eru umboðað í kappingini hjá Sverra, meðan sjey lond eru umboðað í kappingini hjá Sáru Mariu.
Innleiðandi róðurin hjá Sverra verður leygardagin 27. juli, meðan innleiðandi róðurin hjá Sáru Mariu verður ólavsøkudag, 29. juli. Finalurnar í báðum kappingum verða 3. august. Øll kappingarskráin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald