Fótbóltur

Serstakur ólavsøkudystur á Tórsvølli klokkan 17

Aldursforestin í føroyskum fótbólti og ÍF, fyrsti føroyameistarin úr Eysturoynni, bjóða til brak í Betrideildini á tjóðarleikvøllinum. Nógv er uppá spæl.

Í 2020 spældi TB ólavsøkudyst á Tórsvølli við HB sum heimaliðið. Nú eru tvøramenn vertir og skulu spæla við ÍF um týdningarmikil stiig (Mynd: Sverri Egholm)

Í 2020 spældi TB ólavsøkudyst á Tórsvølli við HB sum heimaliðið. Nú eru tvøramenn vertir og skulu spæla við ÍF um týdningarmikil stiig (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-29 13:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ikki óvanligt, at nógv fólk fylkjast um fótbólt á ólavsøku, men tað er óvanligt, at talan um um tvey feløg, sum ikki hava heimstað í høvuðsstanum, sum dystast um stig í Havnini á tjóðarhátíðini.

Klokkan 17 bríkslar Dagfinn Forná fyri fyrstu ferð á Tórsvølli. Tað verða uppflytararnir í Betrideildini, sum skulu dystast, og tað síggja út til at vera góð fótbóltslíkindi. TB og ÍF hava sjálvi tikið stig til hendan dystin, ið annars stóð at vera á skránni í morgin, 30. juli í Fuglafirði.

Hugskotið kom í TB-leguni í mai, og formaðurin André Dalfoss og hini fóru beinanvegin til verka. ÍF var við uppá at býta um heimadyst og at fara suður á ólavsøku at spæla júst hendan dystin, FSF játtaði eisini. Hetta kann hava góðan  fíggjarligan vinning fyri bæði liðini, men tað økir eisini um áhugan fyri kappingini.

Nú eru vit her, ólavsøkudag, og hava ein áhugaverdan Betrideildardyst á skránni. ÍF byrjaði kappingarárið væl og vann millum annað í Trongisvági. Síðani júst hendan dystin hevur tað ikki gingið væl, og teir í reyðum hava tapt níggju dystir á rað. Nú er ÍF aftast, og neyðugt er hjá liðnum hjá Aleksandar Jovevic at taka fet úr botninum.
 [object Object]Teir í reyðum høvdu nógv at fegnast um fyrstu umførini - nú skal ÍF royna at venda gongdini (Mynd: Sverri Egholm)

TB byrjaði hinvegin illa - við tveimum 7-1 tapum - men síðstu tíðina hevur gingið heilt væl. Tummar Erling Djurhuus hevur tikið við sum venjari, og TB hevur 15 stig og er á 6. plássi. Hetta er betur enn tey allarflestu høvdu væntað, og aldursforsetin kann í dag skrykkja seg heilt leysan. 

Nú er Gilli Rólantsson Sørensen í Superliguni. Tvøramaðurin skal spæla móti FCK við Vejle í dag. Barndómsfelagið spælir týðandi dyst á Tórsvølli og hevur fingið styrk. Nigerianski áleyparin "Kachi" er komin úr norskum fótbólti og verður við í dag. Útlendski áleyparin hjá ÍF, Jhon Mena, hevur leikbann.

TB - ÍF á Tórsvølli í dag byrjar klokkan 17. Atgongumerki fáast her, og dysturin sæst eisini í Televarpinum.

[object Object]
Mynd: Tvøroyrar Bóltfelag

Betrideildin 16. umfar

Ólavsøkudag, leygardagin 29.07
17.00: TB - ÍF (Tórsvøllur)

Hósdagin 27.07

AB - B68 3-1 (2-0)
18' Brian Jakobsen 1-0
19' Ragnar Skála 2-0
66' Brian Jakobsen 3-0
90 (+7)' Hanus Højgaard 3-1

07 Vestur - EB/Streymur 3-1
43' Filip Djordjevic 0-1
45 (+1)' Uros Stojanov, br. 1-1
81' Jasper van der Heyden 2-1
83' Uros Stojanov 3-1

Les eisini: AB og 07 Vestur eru nú í betri støðu

Støðan:
1. KÍ 48 stig 
2. B36 36 stig 
3. HB 35 stig 
4. Víkingur 27 stig 
5. 07 Vestur 25 stig
6. TB 15 stig * 
7. EB/Streymur 13 stig
8. B68 11 stig
9 AB 10 stig 
10. ÍF 9 stig *


* Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder