- FSF er botnkorrupt, og hetta eru tilstandir sum á Sisilia.
Hesar útsagnirnar kom ÍF-venjarin við á Facebook í sambandi við uppafturtikna dystin millum B68 og ÍF 1. oktober, har liðini spældu seinastu minuttirnar av avblásta dystinum frá trimum døgum frammanundan.
Sí eisini:
Ein heilt serstakur fótbóltsdagur í Fuglafirði
Myndir: Til stuttan dyst í Fløtugerði
Slíka skriving kundi FSF ikki góðtaka:
- FSF kann ikki góðtaka slíkar ærumeiðandi útsagnir. At ein venjari fyri eitt lið í bestu deildini setur slíkar skuldsetingar móti FSF, er sum heild til stóran skaða fyri umdømið hjá føroyskum fótbólti. Tað er eisini við til at máa støðið undan tí álitið, sum almenningurin má hava á, at virksemið hjá FSF í øllum lutum er óheft frá seráhugamálum.
Soleiðis segði forsetin í Fótbóltssambandi Føroya við Portalin fyrst í oktober.
Christian Andreasen staðfesti, at slíkar skuldsetingar ikki kunnu góðtakast, og at tær eru við at máa støðið undir álitinum á FSF (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Ólavur Larsen viðgekk, at tað kanska ikki var neyðugt at nýta serliga botnkorrupt á almennum palli, og at hann møguliga var farin heldur langt. Tó tvíhelt ÍF-venjarin um, at tað ikki var rætt fyrigingið, og at hann gjarna tók eitt leikbann.
- Grundgevingarnar fyri uppafturtøku koma tveir tímar undan, at dysturin skal byrja aftur. Og í mínari verð halda tær als ikki. Tað sær út sum, at man bara hevur tikið eina avgerð og so roynt at funnið fordømi uttanfyri landoddarnar. FSF kann tó ikki vísa á eitt einasta dømi í Norðanlondum, sum annars verður víst til í avgerðini. Og sum sagt: Tað er vantandi gjøgnumskygni í málinum, tá eingin kann fortelja okkum, hvør hevur tikið avgerðina ella standa við hana Hesar eru orsøkirnar til, at eg nýti orðingina "botnkorrupt".
Soleiðis segði Ólavur Larsen millum annað við Portalin 6. oktober.
Les meira: ÍF-venjarin: FSF er botnkorrupt
Les eisini: Tì varð dysturin í Fuglafirði tikin uppaftur
Christian Andreasen vísti á leikbanns-reglugerðina, og í síðstu viku fall hamarin: Ólavur Larsen fekk tríggjar dystir leikbann fyri útsagnirnar um FSF á sosialu miðlunum.
Fuglfirðingurin var tí ikki á bonkinum hjá ÍF í Sørvági í gjár og verður tað heldur í seinasta umfarinum leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald