2022-08-04 14:34
Fyri góðum hálvum ári síðani varð Meistaradeildin í einstaklingakapping í pool sett í gongd - og nú verður meistarin fyri 2022 funnin.
Tað eru Ólavur Kjølbro og César Hora, sum kappast um meistaraheitið. César gjørdist nummar tvey í einstaklingakappingini í fjør. Ólavur Kjølbro er við fyri fyrstu ferð í ár.
Edmund á Borg Ferber spældi seg til triðja plássið í ársins kapping, tá semi-finalurnar vóru 28. juni.
Finalan byrjar klokkan 17 fríggjakvøldið. Áskoðarar eru vælkomnir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald